Skip to main content

Ritstjóri til Nám

20.08.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra til undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett 1. novembur 2026 ella skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um at:

  • gera tilmæli til føroyskar útgávur við støði í gransking og rákum innan útgávuvirksemi í Føroyum og í londunum kring okkum
  • leiða útgávuverkætlanir til føroyska skúlaverkið. Talan er bæði um pappírsútgávur og talgilt tilfar
  • ritstjórna og greiða tilfar til útgávu
  • rættlesa og vegleiða høvundar og týðarar
  • samstarva og samskifta við viðkomandi samstarvspartar, bæði innanhýsis og uttanhýsis, herundir ráðgeva í viðkomandi undirvísingarligum og fyrisitingarligum spurningum.

Broytingar kunnu verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava útbúgving frá hægri lærustovni á BA- ella MA-stigi ella samsvarandi, umframt undirvísingarroyndir frá fólkaskúla ella miðnámi. Harumframt vænta vit, at umsøkjarar hava:

  • áhuga fyri didaktikki og fakligari og námsfrøðiligari menning
  • góð samstarvsevni og góðar samskiftisførleikar
  • sera góðan málførleika í føroyskum og góðan málførleika í donskum og enskum
  • góðan kunnleika um kt og talgildar loysnir innan undirvísingartilfar.

Skeið ella starvsroyndir við verkætlanarleiðslu kunnu vera ein fyrimunur.

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sólvá Jónsdóttur, deildarleiðara, á tel. 555 158 ella við telduposti á solva@(if you can see this please update your browser)nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. septembur 2026 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@(if you can see this please update your browser)nam.fo.

Nám er fyristingar- og tænastustovnur undir Mentamálaráðnum. Høvuðsvirkisøkini eru útvegan av undirvísingarmiðlum, ráðgeving, skeiðsvirksemi og skipan av próvtøkum í skúlaverkinum.

Onnur tíðindi

20.08.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra…

Les meira
20.08.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum skrivstovufólki at…

Les meira
01.10.2025

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
25.02.2025

PISA-kanningin verður í tíðarskeiðnum frá 3. mars…

Les meira
27.06.2024

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
19.12.2023

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
05.12.2023

Fyrrapartin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina…

Les meira
29.08.2023

IntoWords er hjálparamboð hjá lesiveikum at lesa…

Les meira
15.06.2023

Í døgunum 18. – 20. apríl vóru allir næmingar í 4.…

Les meira