Kunning og leiðreglur í samband við royndir og próvtøkur í Wiseflow
Skúlaleiðarin skal tryggja, at umsjón er í royndarhølinum, har royndarhaldið verður hildið. Skúlin hevur somuleiðis ábyrgd av at eftirkanna, at allar teldur virka, sum tær skulu.
Allir næmingar, ið eru innskrivaðir til próvtøku, skulu vera í Kervi og hava atgongd til Wiseflow. Hetta verður gjørt við at rita inn á roynd.skulin.fo við office brúkaranum og velja Wiseflow flísina. Fyri at tryggja sær at royndarhaldið eydnast væl, er best, um allir næmingar hava loyst uppgávur í Wiseflow í góðari tíð áðrenn royndarhaldið.
Leiðreglur:
- Internetið er í høvuðsheitum opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið. Nýtir næmingurin CD-orð, so er tað eisini loyvt.
- Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.
- Næmingurin hevur ikki loyvi til at brúka lummaroknara í fimisrokning 9. flokki. Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.
- Øll uppgávuavrikini vera latin inn í Wiseflow
- Framsetingin verður skrivað í eini tekstviðgerð á skjal við høvdi, sum vísir, hvør næmingurin er. Skriviforrit kann t.d. vera Microsoft Word ella LibreOffice,
- Framsetingin verður goymd sum pdf-skjal, og send viðfest í Wiseflow
- Í greiðslurokning letur næmingurin inn avrik á pappíri, sum próvfyrisitarin skannar inn og leggur í Wiseflow sum eykatilfar til próvdómarar
- Mælt verður til, at næmingar og lærarar brúkar dagførdan kaga til Wiseflow.
- Próvstovan mælir til at brúka Chrome, Firefox ella Safari kaga.
Gevið gætur:
Viðvíkjandi næmingum við skerdum virkisførleika verður víst til “Vegleiðingar í sambandi við royndir og próvtøkur innan serøkið"
Á provstovan.fo finnur tú: Vegleiðingar til Wiseflow