Skip to main content

Nám er á úrvalslista til stóra europeiska virðisløn

28.08.2026

Aftur í ár er Nám við í kappingini um at hava givið út besta undirvísingartilfar í Europa.

Dómsnevndin hjá BELMA, Best European Learning Materials Award, hevur mett nýggju skúlabókina í føroyskum til 9. flokk, Dropar 9, at vera millum bestu skúlabøkur í Europa, og tí er útgávan komin á úrvalslistan til virðislønina. 

Nám, sum ger undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið, hevur vunnið BELMA virðislønina fimm ferðir. Fyrstu ferð var í 2020.

Vinnarar av BELMA 2026 verða kosnir á bókamessuni í Frankfurt í oktobur. Tá fáa vit at vita, um Nám enn einaferð kemur aftur til Føroyar við virðisløn fyri at hava gjørt lærubók, sum telist millum tær bestu í Europa.

“Í Námi fegnast vit um heiðurin at vera kosin av eini óheftari dómsnevnd av serfrøðingum at koma á úrvalslistan til BELMA kappingina. Hetta er í sjálvum sær ein stór viðurkenning til rithøvundar, ritstjóra, myndprýðarar, grafikara, fylgibólk, rættlesara og onnur, sum hava verið við í arbeiðinum”, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi.

Dropar 9 er triðja og seinasta bókin í nýggju útgávurøðini í føroyskum til 7. til 9. flokk. Tær báðar fyrru bøkurnar hava vunnið BELMA. Í 2024 vann Dropar 7 gull, og í fjør vann Dropar 8 silvur. Annelisa Rasmussen og Lív I. Magnussen hava skrivað allar tríggjar bøkurnar í Dropar røðini til 7. – 9. flokk.

Í BELMA dómsnevndini sita altjóða serfrøðingar innan útbúgving, frálærufrøði og lærumiðlar. Tey hava ábyrgdina av at meta um og velja mest einastandandi, nýskapandi og dygdargóða lærutilfar í Europa. 

EEPG, felagið fyri europeisk undirvísingarforløg, skipar fyri BELMA saman við IARTEM, ið er altjóða felag fyri gransking av lærubókum og undirvísingarmiðlum, saman við bókamessuni í Frankfurt.

Onnur tíðindi

08.09.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
08.09.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra…

Les meira
08.09.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum skrivstovufólki at…

Les meira
28.08.2026

Aftur í ár er Nám við í kappingini um at hava…

Les meira
01.10.2025

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
25.02.2025

PISA-kanningin verður í tíðarskeiðnum frá 3. mars…

Les meira
27.06.2024

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
19.12.2023

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
05.12.2023

Fyrrapartin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina…

Les meira