Próvstovan · Miðnám · 2027
Próvtøkur á miðnámi 2027
Yvirlit yvir próvtøkuviðurskifti í sambandi við próvtøkurnar á miðnámi í mai og juni 2027. Her síggjast freistir, skrivligar próvtøkur og aðrar týðandi dagfestingar.
Freistir og kunning
Januar – mai 2027Skúlin boðar Próvstovuni frá, hvørjir próvtøkuhættir vera brúktir í teimum lærugreinum, har veljast kann millum fleiri.
Skúlin boðar Próvstovuni frá, um teir hava próvtøkur eftir serligari fyriskipan.
Skúlarnir fáa sendandi fyribilsætlan fyri próvtøkuna hjá endaflokkunum fyri einstaka næmingin. Rektarin/skúlastjórin og tey av honum heimilaðu fólk hava atgongd til fyribilsætlanina, sum er í trúnaði. Hesi kanna próvtøkutalvurnar, um møguligir feilir eru.
Skúlarnir senda Próvstovuni viðmerkingar til ráætlanina hjá endaflokkunum.
Um lærari møguliga ynskir at gera avtalu um at fríhaldast í próvtøkuhøpi ávísar dagar millum 15. mai og seinasta skúladag, má tað gerast skrivliga umvegis leiðslu skúlans so tíðliga sum gjørligt og í seinasta lagi 1. mars 2027.
Skúlarnir boða Próvstovuni frá næmingavalunum.
Tøknifrøði B, tøk. Tilfar til verkætlanina verður latið næmingunum
htx271-TEK/B-17032027Skúlarnir fáa sendandi fyribilsætlan fyri próvtøkuna fyri einstaka næmingin. Rektarin/skúlastjórin og tey av honum heimilaðu fólk hava atgongd til fyribilsætlanina, sum er í trúnaði. Hesi kanna próvtøkutalvurnar, um møguligir feilir eru.
Skúlarnir senda Próvstovuni viðmerkingar til fyribilsætlanina.
Tøknifrøði B, tøk. Innlating av verkætlan
Próvtøkudagar og raðfylgjan av próvtøkulærugreinunum hjá fyrireikingarbreytini kunnu kunngerast, men ikki aðrir upplýsingar.
Kristi himmalsferðardagur
Millum fríggjadagin 14. mai og seinasta skúladag fríggjadagin 25. juni 2027 mugu skúlarnir ikki leggja frídagar. 14. mai er seinasti undirvísingardagur hjá øllum breytaflokkum og FHS. Samlaða próvtøkuætlanin hjá øllum flokkum verður kunngjørd
Hvítusunnudagur
2. hvítusunnudagur
Skrivligar próvtøkur
18. mai – 1. juni 2027| Dagur | Próvtøka | Kl. | Uppgávunr. |
|---|---|---|---|
| Mai 2027 | |||
| 18. mai 2027 | Samfelagsfrøði A | 09.00-15.00 | – |
| 19. mai 2027 | Danskt A | 09.00-14.00 | – |
| 20. mai 2027 | Enskt A | 09.00-14.00 | – |
| 20. mai 2027 | Enskt B | 09.00-14.00 | – |
| 21. mai 2027 | Tónleikur A | 09.00-14.00 | 1stx271-MUS/A-21052027 |
| 24. mai 2027 | Føroyskt A | 09.00-14.00 | – |
| 24. mai 2027 | Føroyskt C | 09.00-13.00 | – |
| 25. mai 2027 | Sølubúskapur A | 09.00-14.00 | – |
| 25. mai 2027 | Sølubúskapur B | 09.00-13.00 | – |
| 25. mai 2027 | Týskt byrjanarmál A | 09.00-13.00 | FO-stx-TYSb/A-25052027 |
| 25. mai 2027 | Týskt framhaldsmál A | 09.00-14.00 | 1stx271-TYSf/A-25052027 |
| 26. mai 2027 | Virkisbúskapur A | 09.00-14.00 | – |
| 26. mai 2027 | Virkisbúskapur B | 09.00-13.00 | – |
| 26. mai 2027 | Virkisbúskapur C | 09.00-13.00 | – |
| 26. mai 2027 | Evnafrøði A | 09.00-14.00 | 1stx271-KEM/A-26052027 |
| 27. mai 2027 | Støddfrøði A | 09.00-14.00 | – |
| 27. mai 2027 | Støddfrøði B | 09.00-13.00 | – |
| 27. mai 2027 | Støddfrøði C | 09.00-13.00 | – |
| 28. mai 2027 | Spanskt byrjanarmál A | 09.00-13.30 | 2stx271-SPAb/A-28052027 |
| 28. mai 2027 | Altjóðabúskapur A | 09.00-14.00 | – |
| 31. mai 2027 | Lívfrøði A | 09.00-14.00 | – |
| 31. mai 2027 | Lívtøknifrøði A, tøk. | 09.00-14.00 | htx271-BTK/A-31052027 |
| 31. mai 2027 | Lívtøknifrøði A, nát. | 09.00-14.00 | 2stx271-BTK/A-31052027 |
| Juni 2027 | |||
| 1. juni 2027 | Franskt byrjanarmál A | 09.00-13.30 | 1stx271-FRAb/A-01062027 |
| 1. juni 2027 | Alisfrøði A, nát. | 09.00-14.00 | 2stx271-FYS/A-01062027 |
| 1. juni 2027 | Alisfrøði A, tøk. | 09.00-14.00 | htx271-FYS/A-01062027 |
Bert dagar við próvtøkum eru vístir í talvuni.
Eftir skrivligu próvtøkurnar
Juni 2027Seinast freist hjá skúlunum at boða frá skrivligum sjúkrapróvtøkum – øll.
Próvdómarafundur í Danmark
Próvdómarafundur í Danmark
Próvdómarafundur í Donskum A-stig, Enskum A- og B-stig og Føroyskum A- og C-stig
Próvdómarafundur í Altjóðabúskapi A-stig, Støddfrøði A-, B- og C-stig, Sølubúskapi A- og B-stig og Virkisbúskapi A-, B-, og C-stig.
Seinasti møguligi munnligi próvtøkudagur.
Seinasta freist hjá skúlunum at boða frá munnligum sjúkrapróvtøkum – øll.
