Dátuverndarkunning
frá Próvstovuni
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Próvstovuni at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hesa kunning, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.
1. Vit eru dátuábyrgdari
Próvstovan er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:
Próvstovan
Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Teldupostur: provstovan@provstovan.fo
Tlf: +298 350750
Á hesi heimasíðuni síggjast meira upplýsingar viðvíkjandi Próvstovuni.
Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk:
- Umvegis teldupost: Send teldupost til provstovan@provstovan.fo , heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”
- Umvegis telefon: Tú kanst ringja til Próvstovuna á tlf: +298 350750
- Umvegis bræv: Hoyvíksvegur 72, FO-100, Tórshavn, Att: dátuverndarfólk
2. Nær viðger Próvstovan persónupplýsingar um teg?
Próvstovan viðger persónupplýsingar um teg, tá ið tað er neyðugt fyri at røkja okkara lógarásettu uppgávur sum stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
Viðgerðin fevnir í høvuðsheitum um skráseting, umsiting, goymslu og próvútflýggjan av upplýsingum, sum eru neyðugar í sambandi við próvtøkur.
Próvstovan savnar inn og viðger upplýsingar, tá ið:
- Tú fert upp til skrivliga ella munnliga próvtøku
- Tú ert próvtøkueftirlit, próvdómari, lærari ella próvtøkufyrisitari
- Próvtøka ella roynd er skrásett í yvirlitum, royndarskipanum ella í samskifti við skúlar og ráðgeving
- Tú letur okkum upplýsingar í sambandi við próvtøkufyrireiking, klagu, viðmerkingar ella uppskot til menning
- Upplýsingar verða móttiknar frá skúlaleiðslum, undirvísarum, námsfrøðingum, próvdómarum ella ráðgevum
- Tú søkir starv hjá Próvstovuni ella Námi
3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Endamálið við viðgerðini er at tryggja eina sakliga, trygga og skynsama fyrisiting av próvtøkuhaldi og royndum innan fólkaskúlan, miðnám, yrkisútbúgvingar, kvøldskúlar o.a., har Próvstovan hevur ábyrgd.
Viðgerðin kann fevna um:
- Próvtøkuskipan og prógvútflýggjan
- Samskifti við próvtøkudómarar, lærarar og eftirlitsfólk
- Luttøkuyvirlit, próvtal og klagumál
- Umsiting av próvtøkufyrireiking og eftirfylgjandi viðgerð
3.1 Heimild fyri okkara viðgerð
Próvstovan viðger persónupplýsingar sambært:
- § 8, stk. 1, nr. 5 í dátuverndarlógini: Viðgerðin er neyðug fyri at røkja almennar uppgávur, sum eru álagdar stovnum undir almennari myndugleikaútinnan.
Próvstovan virkar sum deild í Námi og arbeiðir sambært:
- Løgtingslóg nr. 53 frá 15. mai 2014 um at útvega undirvísingarmiðlar o.a.
- Delegatión frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum hevur endaligu ábyrgdina av próvtøkuhaldi
4. Sløg av persónupplýsingum
Próvstovan viðger hesi sløg av persónupplýsingum um teg:
- Vanligar persónupplýsingar: so sum navn, p-tal, teldupost, skúlanavn, royndarslag, próvtal o.s.fr.
5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Próvstovan kann lata upplýsingar víðari til:
- Skúlar, lærarar og próvdómarar í sambandi við próvtøkur og próvúrslit
- Barna- og útbúgvingarmálaráðið, TAKS og Dátueftirlitið í sambandi við lógarásettar skyldur
Í einstøkum førum kunnu veitarar av KT-skipanum og talgildum loysnum hava atgongd til upplýsingar – t.d. í samband við tænastuveiting, support ella dagføringar. Hesir veitarar hava tagnarskyldu og verða álagdir somu trygdarkrøv sum starvsfólk hjá Próvstovuni.
Í teimum førum, har veitarar verða mettir sum dátuviðgerar, verður serlig dátuviðgeraravtala gjørd, sum tryggjar, at upplýsingarnar verða viðgjørdar í samsvari við galdandi dátuverndarlóg og trygdarkrøv.
6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Próvstovan sendir í útgangsstøðinum, ikki persónupplýsingar til veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttanfyri ES/EBS (triðjalond).
Um so er, at vit flyta tínar persónupplýsingar útum ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum, – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.
7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Persónupplýsingar, sum Próvstovan viðger, stava vanliga frá:
- Próvtøkuskipanum, skúlum, lærarum, royndarfyrireikarum og sjálvum skrásetta
- Samskifti við teg í sambandi við próvtøku, próvtøl, klagu ella metingar
Tú hevur altíð rætt til at fáa at vita, hvaðani vit hava móttikið upplýsingar um teg.
8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
Próvstovan hevur skyldu at tryggja, at persónupplýsingar verða goymdar einans so leingi, sum tað er neyðugt í mun til endamálið við viðgerðini. Upplýsingarnar verða varðveittar á ein hátt sum tryggjar, at tú ikki kanst eyðmerkjast longur enn neyðugt.
Próvstovan hevur sambært fyrisitingarligum reglum og skjalasavnslóggávu skyldu til at varðveita upplýsingar í málum fyri at skalfesta málsviðgerð og fyrisitingarliga ábyrgd.
Tá ið Próvstovan ikki longur hevur tørv á persónupplýsingum, verða tær sambært løgtingslóg um skjalasøvn, latnar Tjóðskalasavninum, har tær verða varðveittar sambært skjalasavnskrøvum.
Persónupplýsingar, sum verða viðgjørdar til hagtalsendamál, verða varðveittar, so leingi tær hava veruligan týdning fyri at greina menning, rák og broytingar yvir tíð. Tá hesar upplýsingar ikki longur verða brúktar til slík endamál, verða tær eisini latnar Tjóðskjalasavninum.
Starvsumsóknir frá umsøkjarum, sum ikki fáa starv hjá Próvstovan, verða vanliga strikaðar eitt ár eftir, at avgerð er tikin í málinum, um ikki annað er heimilað ella avtalað.
9. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi rættindi eru ásett í kapittuli 4 í dátuverndarlógini og verða lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys, og møguleikin fyri at nýta tey veldst um ítøkiliga málið og umbønina.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1 og 2).
9.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
9.2 Rætturin til innlit (§26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
9.3 Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
9.4 Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta, at vit skulu framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.
9.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
9.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
9.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
9.8 Rætturin at taka samtykki aftur
Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Próvstovan á provstovan@provstovan.fo ella á telefon +298 755150
10. Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Metir tú, at Próvstovan ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo
11. Dátuverndarfólk
Ynskir tú at gera brúk av omanfyristandandi rættindum, er altíð møguligt at seta seg í samband við dátuverndarfólkið (DPO) hjá Próvstovani, Noomi K. Rasmussen, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Teldupostur: noomir@bumr.fo, tel +298 555024