Skip to main content

Sjálvlestur

 

Í seinasta 15. mars á hvørjum ári ber til at melda seg til sum sjálvlesandi í hesum fólkaskúlum:

1) Eysturskúlanum, Tórshavn

2) Miðvágs/Sandavágs skúla, Miðvágur

3) Runavíkar kommunuskúla, Runavík

4) Skúlanum á Ziskatrøð, Klaksvík

5) Tvøroyrar skúla, Tvøroyri

Innskrivingin fer fram á heimasíðuni https://innskriving.fo/

Innskriving

Innskriving til sjálvlestur í fólkaskúlanum!

Far inn á http://innskriving.fo/umsiting og skriva títt FirstClass-brúkaramerki og loyniorð í rútin. 

 

 

 

 

Rundskriv um sjálvlestur

Rundskriv

um sjálvlesandi í fólkaskúlanum

Við heimild í § 16, stk. 2 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 26. mai 2011, verður ásett:

§ 1. Sjálvlesandi, sum ætla at fara til próvtøku í 9. ella 10. flokki, skulu skriva seg inn í talgilda innskrivingarskipan hjá Mentamálaráðnum.

Stk. 2. Seinasta freist at skriva seg inn til próvtøku í 9. og 10. flokki er 25. februar á hvørjum ári.

Stk. 3. Innskriving og próvtøka, sbrt. stk. 1, fer fram í hesum fólkaskúlum:

1) Eysturskúlanum, Tórshavn

2) Miðvágs/Sandavágs skúla, Miðvágur

3) Runavíkar kommunuskúla, Runavík

4) Skúlanum á Ziskatrøð, Klaksvík

5) Tvøroyrar skúla, Tvøroyri

Stk. 4. Sjálvlesandi skulu seta seg í samband við skúlan, har viðkomandi ynskir at fara til próvtøku, fyri at fáa fakliga vegleiðing um pensum, próvtøkuuppgevingar o.a.

Stk. 5. Sjálvlesandi, sum ikki hava avtalað pensum o.a. við skúlan í seinasta lagi 25. februar kunnu ikki fara til próvtøku.

§ 2. Innskriving til próvtøku í 9. og 10. flokki fer fram í hvørjari lærugrein sær.

Stk. 2. Í lærugreinum, sum hava ein skrivligan og ein munnligan tátt, fevnir innskriving og próvtøka um báðar tættir.

§ 4. Skúlastjórin í tí skúla, har sjálvlesandi hevur verið til próvtøku, skrivar skjalváttan fyri próvtøkuúrslitið.

§ 5. Hetta rundskrivið kemur í gildi 14. februar 2012.

 

Mentamálaráðið, 14. februar 2012

Olaus Jespersen

deildarstjóri