Skip to main content

Kunning og leiðreglur í sambandi við Landsroynd í Wiseflow

Skúlaleiðarin skal tryggja, at umsjón er í royndarhølinum, har royndarhaldið verður hildið. Skúlin hevur somuleiðis ábyrgd av at eftirkanna, at allar teldur virka, sum tær skulu.

Allir næmingar skulu vera í FSG og hava atgongd til Wiseflow. Hetta verður gjørt við at rita inn á roynd.skulin.fo við office brúkaranum. Fyri at tryggja sær at royndarhaldið eydnast væl, er best, um allir næmingar hava loyst uppgávur í Wiseflow í góðari tíð áðrenn royndarhaldið. Skúlarnir hava fingið atgongd til uppgávur í Wiseflow, sum í innihaldi og vavi eru á sama støði, sum landsroyndirnar nú í vár. Skúlarnir skipa sjálvir, hvussu hesar royndir verða nýttar.

Leiðreglur í sambandi við Landsroynd:

  • Internetið er í høvuðsheitum opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið,. Nýtir næmingurin CD-orð, so er tað eisini loyvt.
     
  • Næmingurin hevur ikki loyvi at brúka lummaroknara í støddfrøði Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.
     
  • Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.
     
  • Allar uppgávur verða loystar í WiseFlow
     
  • Mælt verður til, at næmingar og lærarar brúkar dagførdan kaga til Wiseflow.
     
  • Próvstovan mælir til at brúka Chrome, Firefox ella Safari kaga.

 Gevið gætur Næmingur við skerdum virkisførleika fær 1/3 afturat ásettu tíðini.
 

Til allar royndir verður næmingalisti við viðmerkingum fyltur út og sendur Próvstovuni á provstovan@provstovan.fo

Næmingar annars lata inn avrikið til ásettu tíðina.

Á provstovan.fo finnur tú upplýsingar um Landsroynd og Vegleiðingar til Wiseflow