Skip to main content

Fíggjarfulltrúi til Nám

20.08.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum fíggjarfulltrúa. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett 1. novembur 2026 ella skjótast gjørligt.

Fíggjarfulltrúin verður partur av stápinum í Námi og skal ráðgeva stjóra, deildarleiðarum og starvsfólkum í viðkomandi fíggjarligum spurningum.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um at:

  • hava fíggjarstýring
  • sambært roknskaparreglugerðini hava góðkenning av roknskapi og játtanareftirliti
  • gera uppskot í sambandi við fíggjarlóg og ráðgeva um fíggjarskjøl v.m.
  • samskifta við avvarandi stovnar og veitarar annars um dagføring og menning av skipanum innan økið
  • ráðgeva leiðslu og starvsfólki í Námi í viðkomandi spurningum innan fíggjarstýring, roknskap og játtan
  • hava eftirlit við og ráðgeva viðvíkjandi avtalum um sáttmálar hjá stovninum
  • dagføra dygdarhondbókina.

Broytingar kunnu verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava útbúgving á masterstigi innan eitt nú fíggjarstýring, grannskoðan og roknskap ella royndir og útbúgving, ið kunnu javnsetast við hetta. Harumframt skulu umsøkjarar hava starvsroyndir og vitan, ið beinleiðis kunnu setast í samband við arbeiðsuppgávurnar og evni at arbeiða sjálvstøðugt og evni at samstarva. 

Tað kann vera fyrimunur at hava kunnleika til Búskaparskipan Landsins, Navision, Skjalhald og Totalview.

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra, deildarleiðara, á tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@(if you can see this please update your browser)nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. septembur 2026 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@(if you can see this please update your browser)nam.fo.

Nám er fyristingar- og tænastustovnur undir Mentamálaráðnum. Høvuðsvirkisøkini eru útvegan av undirvísingarmiðlum, ráðgeving, skeiðsvirksemi og skipan av próvtøkum í skúlaverkinum.

Onnur tíðindi

20.08.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra…

Les meira
20.08.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum skrivstovufólki at…

Les meira
01.10.2025

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
25.02.2025

PISA-kanningin verður í tíðarskeiðnum frá 3. mars…

Les meira
27.06.2024

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
19.12.2023

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
05.12.2023

Fyrrapartin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina…

Les meira
29.08.2023

IntoWords er hjálparamboð hjá lesiveikum at lesa…

Les meira
15.06.2023

Í døgunum 18. – 20. apríl vóru allir næmingar í 4.…

Les meira