Skip to main content

Kt–fólk til Nám/Próvstovuna - endurlýsing

19.12.2023

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki til setanar 1. februar. Starvsfólkið verður partur av kt-toyminum. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi og Próvstovuni við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Tann, ið settur verður, fer at hava stóra ávirkan á innihaldið í starvinum.

Umsøkjarin skal vera kreativur, kveikjandi, álitisvekjandi, framsøkin og sjálvstøðugur. Starvið er bæði tekniskt og didaktiskt við serligum atliti at próvtøkuskipanini WiseFlow.

Arbeiðsøkið fevnir umat vera við til at:

  • skipa kt-partin í Próvstovuni (WiseFlow o.a.)
  • veita kt-hjálp innanhýsis og uttanhýsis
  • hjálpa til við skeiðum og hava tætt samband og samstarv við skúlar
  • menna tekniska og kt-didaktiska partin á øllum økjum í Námi

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

  • útbúgving frá hægri lærustovni
  • góðan kunnleika um kt og talgildar loysnir (Microsoft 365 o.a.)
  • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • góðar samskiftisførleikar

Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur viðkomandi royndir frá fólkaskúla ella miðnámsskúla.

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nøkrum bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðarkarmar. Um tørvur er á tí, er møguleiki at útbúgva seg víðari innan fakið. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag við setan 1. februar 2024 ella skjótast gjørligt.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á

tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 3. januar 2024 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.  

 

Um Nám og Próvstovuna

Nám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Aðalmálið hjá Námi er at vera ein sjónligur viðspælari og viðvirka til, at yrkisføri, albúgving, tøknifatan, burðardygd, inklusión og trivnaður eru í hásæti í undirvísingarverkinum.

Nám vil við undirvísingartilfari, ráðgeving, skeiðum, netverkum og eftirmetingartænastum skapa karmar um forvitni, lærihug, albúgving og trivnað, so vit kunnu vera við til at menna undirvísingarverkið og samfelagið.

Próvstovan er deild í Námi, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum aðalráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, heilsuskúlanum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. www.provstovan.fo  ella www.nam.fo

 

 

Onnur tíðindi

27.06.2024

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
28.05.2024

Skrivstovuútbúgving – nakað fyri teg?

Les meira
24.04.2024

Upp- og afturlatingartíðir

Les meira
Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
09.02.2024

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
19.12.2023

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
05.12.2023

Fyrrapartin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina…

Les meira
24.11.2023

​​​​​​​Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
29.08.2023

IntoWords er hjálparamboð hjá lesiveikum at lesa…

Les meira
15.06.2023

Í døgunum 18. – 20. apríl vóru allir næmingar í 4.…

Les meira