Skip to main content

Próvtøkufyrisitari til Nám

20.08.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum skrivstovufólki at fyrisita próvtøkur til føroyska skúlaverkið. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett 1. novembur 2026 ella skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur

Saman við avvarðandi samstarvspørtum skal viðkomandi tryggja, at próvtøkur verða fyrireikaðar, fyriskipaðar, hildnar og próvdømdar sambært galdandi reglum.

Talan er um at samskipa og fyrireika próvtøkur og at arbeiða í próvtøkuskipanini WISEflow og øðrum fyrisitingarskipanum.

Broytingar kunnu verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.

Førleikakrøv

Vit leita eftir nærløgdum og álítandi persóni við skrivstovuútbúgving ella samsvarandi.

Harumframt vænta vit, at umsøkjarar hava:

  • góðan telduførleika (Office 365, Adobe forritini, WISEflow o.a.)
  • gott eyga fyri smálutum men eisini gott yvirlit
  • førleika at arbeiða sjálvstøðugt, skipað og ábyrgdarfult, eisini undir tíðartrýsti
  • góð samstarvsevni og góðar samskiftisførleikar
  • møguleika at taka eyka tøk, tá tørvur er á tí.

Starvsroyndir í føroyska skúlaverkinum kunnu vera ein fyrimunur.

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannu Ziskason Hansen, deildarleiðara, á tel. 555 110 ella við telduposti á hanna@(if you can see this please update your browser)provstovan.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. septembur 2026 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@(if you can see this please update your browser)nam.fo

Nám er fyristingar- og tænastustovnur undir Mentamálaráðnum. Høvuðsvirkisøkini eru útvegan av undirvísingarmiðlum, ráðgeving, skeiðsvirksemi og skipan av próvtøkum í skúlaverkinum.

Onnur tíðindi

20.08.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra…

Les meira
20.08.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum skrivstovufólki at…

Les meira
01.10.2025

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
25.02.2025

PISA-kanningin verður í tíðarskeiðnum frá 3. mars…

Les meira
27.06.2024

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
19.12.2023

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
05.12.2023

Fyrrapartin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina…

Les meira
29.08.2023

IntoWords er hjálparamboð hjá lesiveikum at lesa…

Les meira
15.06.2023

Í døgunum 18. – 20. apríl vóru allir næmingar í 4.…

Les meira