
Kunning um PISA
Í 2022 varð seinast skipað fyri PISA-kanning í Føroyum. Henda kanning var tann sjeynda í røðini. Flest allir næmingar í 9. flokki í fólkaskúlanum vóru við. Endamálið við kanningini er at geva eina mynd av, hvørjum førleikastigi føroyskir næmingar eru á, samanborið við næmingar í øðrum londum.
Programme for International Student Assessment (PISA) er ein OECD-verkætlan, ið miðar eftir at máta, hvussu væl 15-ára gomul eru fyrireikað at møta framtíðar avbjóðingum og at nýta førleikar sínar í veruliga lívinum. Altjóða felagsskapurin fyri búskaparligt samstarv og menning (OECD) ásetir saman við luttakaralondunum treytir og karmar fyri kanningina. Hetta ger tað møguligt at samanbera lond yvir tíð.
Í hvørjari PISA-kanning verða trý faklig høvuðsøki kannað. Tey eru lesing, støddfrøði og náttúruvísindi. Til hvørja kanning verður høvuðsdentur lagdur á eitt av hesum økinum. Harumframt verður eitt serevni kannað. Í 2022 var serevnið ”skapandi hugsan”.
Høvuðsøki í PISA-kanningunum:
- PISA 2006: Náttúruvísindi
- PISA 2009: Lesing
- PISA 2012: Støddfrøði
- PISA 2015: Náttúruvísindi
- PISA 2018: Lesing
- PISA 2022: Støddfrøði
Umframt uppgávur í teimum trimum fakligu høvuðsøkjunum verða næmingarnir eisini bidnir um at svara spurningum um teirra bakstøði, eitt nú skúlagongd, kyn, familjustøðu, frítíðarvirksemi og hugburð til skúlagongd.
PISA-kanningin gevur eina ábending um, á hvørjum førleikastigi føroyskir næmingar eru staddir í mun til næmingar í øðrum londum. Í 2022 varð PISA-kanningin gjørd í 88 londum, og tað er OECD, altjóða felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning, ið skipar fyri kanningini.
PISA-kanningin varpar ljós á, hvussu tey ungu duga at nýta ta vitan, tey hava ognað sær í undirvísingini. PISA varpar sostatt ikki ljós á innihaldið í námsætlanunum, men á, hvussu tey duga ítøkiliga at nýta sína vitan, tá ið ein uppgáva skal loysast.
Úr úrslitinum av eini PISA-kanning ber eisini til at gera metingar av, hvussu úrslitið av undirvísingini er samanborið við tilfeingisnýtslu og umstøðurnar annars.
Øll úrslit av kanningini apríl 2022 vórðu kunngjørd í desembur 2023. Próvstovan heitti á fólk við innliti í føroyska skúlaverkið frá Námsvísindadeildini at skriva frágreiðingina. Frágreiðingin varð skrivað sambært OECD-leisti, so føroysku úrslitini kunnu samanberast við úrslitini hjá hinum londunum í PISA 2022.
Á heimasíðuni hjá PISA, PISA: Programme for International Student Assessment | OECD, ber til at royna testspurningar, sum eru atkomuligir hjá almenninginum. Somuleiðis eru bæði dátur og handbøkur tøkar á heimasíðuni.
PISA 2025 verður í tíðarskeiðnum mars – apríl. Hesa ferð er fakliga høvuðsøkið náttúruvísindi. Serevnið er ”læring í talgilda heiminum”.