Kunning um skrivligu royndirnar 2017

Sum Mentamálaráðið og Próvstovan áður hava boðað frá í miðlunum, verða ongar royndir ella próvtøkur avgreiddar í svar.fo.
Máluppgávur og fimisrokning verða tískil avgreiddar á pappíri. Framsetingar verða skrivaðar á teldu. Skúlarnir fáa konvoluttar við uppgávunum.
Tíðarkarmar og partsuppgávur eru sum áður kunngjørt.
Ískoytistilfar, so sum ljóðfílur og videobrot, verður sent skúlaleiðararnum í góðari tíð áðrenn royndardagin.
Skúlaleiðarin skipar fyri, so hvør einstakur næmingur hevur atgongd til ískoytistilfarið.
Dagførd kunning og leiðreglur verða at síggja her
Allar tríggjar partsuppgávurnar máluppgávuni føroyskum, donskum og enskum verða latnar næminginum, tá royndin byrjar.
Øll næmingaavrik verða løgd í FirstClass mappur sum PDF skjøl. Mannagongdin er hin sama, sum fyri 2 árum síðani.
Í mappurnar leggja skúlarnir PDF-fíluna har útfyltur næmingalisti er fremst, síðan koma næmingaavrikini í ávísu partsuppgávuni í somu raðfylgju sum í næmingalistanum. T.v.s. at í føroyskum, donskum og enskum eru 4 PDF fílur pr. flokk.
Skúlaleiðarin sendir Próvstovuni yvirlit, sum vísir, hvussu mangir næmingar í 10. flokki fara til roynd á 9. floks støði í føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði. Próvstovan sendir ein fyrispurning/teldubræv um hetta seinni í dag.

