Kunning og leiðreglur í samband við sjúkrapróvtøku á svar.fo

Sjúkraroyndin verður skipað á svar.fo

Skúlaleiðarin skal tryggja, at umsjón er í royndarhølinum, har royndarhaldið verður hildið. Skúlin hevur somuleiðis ábyrgd av at eftirkanna, at allar teldur virka, sum tær skulu.

Allir næmingar, sum er meldaðir til sjúkraroyndina í 9. og 10. flokki, hava atgongd til svar.fo. Tó er ikki møguligt at gera royndirnar fyrr enn eftir ásettu tíðarkørmunum. Fyri at tryggja sær at royndarhaldið eydnast væl, er best, um allir næmingar hava roynt at rita inn á svar.fo við First Class brúkaranavni og loyniorði í góðari tíð áðrenn royndarhaldið.

Eru ivamál ring á 555028

Leiðreglur:

·         Internetið er opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið.

·         Næmingurin hevur loyvi til at  samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.

·         Næmingurin hevur atgongd til sprotin.fo í svar.fo.

·         Næmingurin hevur ikki loyvi til at brúka lummaroknara í fimisrokning 9. flokki. Tað er  ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.

·         Næmingurin skrivar greiðslurokningina á pappír, ið er merkt við høvdi, sum vísir, hvør næmingurin er: 

·         Avrikið verður goymt sum pdf-skjal, sum verður latið lærara og próvdómara! Skúlin fær post við upplýsingum um próvdómarar.

·         Framsetingin verður skrivað í eini tekstviðgerð á skjal við høvdi, sum vísir, hvør næmingurin er. Skriviforrit kann  t.d. vera Microsoft Word ella LibreOffice, 

·         Framsetingin verður goymd sum pdf-skjal, og send viðfest í svar.fo

·         Øll uppgávuavrikini vera latin inn á svar.fo. - tó ikki greiðslurokningin.

·         Mælt verður til, at næmingar og lærarar brúkar dagførdan “Mozilla Firefox” sum browsara til svar.fo.

Gevið gætur Næmingur við skerdum virkisførleika fær 1/3 afturat ásettu tíðini.

Til allar próvtøkur verður næmingalisti við viðmerkingum fyltur út og sendur Próvstovuni á provstovan@provstovan.fo

Næmingar annars lata inn avrikið aftaná ásettu royndartíðina.

Hesar vegleiðingar liggja á heimsíðini á svar.fo:

·         Vegleiðing til royndarhald í svar.fo

·         Hvussu goymir næmingur framseting sum pdf-skjal, og viðfestir skjalið í svar.fo

·         Hvussu rættar ein lærari eitt næmingaavrik í svar.fo

 

Frumrit til framseting og greiðslurokning eru at finna á provstovan.fo

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 350750

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Próvstovan er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. 

Les meira