Stjóri til Nám

Starvið
Uppgávan hjá stjóranum er at skipa fyri, at stovnurin útvegar undirvísingarverkinum fjølbroyttar, tíðarhóskandi undirvísingarmiðlar í sambandi við læring og menning. Harumframt røkir stovnurin ein undirvísingarportal, KT-samskiftisskipan, miðlasavn, skeiðsvirksemi og veitir skúlum og stovnum ráðgeving.
Stovnurin skal røkta og menna samskiftiskervið í undirvísingarverkinum, hava námsfrøðiligan verkstað og kunna um undirvísingarmiðlar.
Stjórin í Námi fær eftir ætlan eisini ábyrgd av Próvstovuni hjá Mentamálaráðnum, sum er serstøk eind, ið skipar fyri próvtøkum og eftirmetingum innan undirvísingarverkið.
Søkt verður eftir stjóra, sum
- skal hava fyrisitingarligu, námsfrøðiligu og fíggjarligu ábyrgdina á stovninum
- skal standa á odda fyri at menna stovnin, útgávuvirksemið, tøkniligu menningina og námsfrøðiligu tænastuveitingina, er framtakshugaður og dugir at síggja møguleikar og finna loysnir
- skal skapa virðing fyri stovninum, fremja góðar arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum starvsfólk og tryggja, at starvsfólkini hava møguleika fyri førleikamenning
- skal ráðgeva Mentamálaráðnum í viðurskiftum, sum stovnurin umsitur
Stjórin skal tryggja, at játtanin til stovnin verður nýtt á fullgóðan hátt, og at virksemi stovnsins verður hildið á einum høgum fakligum støði.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava útbúgving og arbeiðsroyndir, sum eru viðkomandi fyri starvið.
Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjari hevur
- leiðsluroyndir frá almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum
- góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl
- vilja og evni at royna nýggjar leiðir
- góðan málførleika
Vit bjóða
Starvið er spennandi við sjálvstøðugum uppgávum og við nógvum samskifti við skúlar, stovnar og skúla- og stovnsleiðslur. Arbeiðið er á einum høgum fakligum støði, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.
Setanar- og lønartreytir
Starvið er sáttmálasett og lønt í 37. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag landsins uttan tó at vera tænastumannastarv.
Lønin er kr. 46.808,08 umframt 15% í eftirlønargjaldi.
Starvið verður lýst til setanar frá 1. mars 2015.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skal sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella mmr@mmr.fo
Umsóknin skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. januar 2015, kl. 16.00. Umsøkjarar, sum ynskja fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Olaus Jespersen, deildarstjóra, á tlf. 30 65 45 ella á 55 50 45.
------------
Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn og útlán, samskiftisskipanina First Class og skeið. Játtanin á fíggjárlógini í 2015 er 12 mió. kr., umframt at stovnurin hevur sølu og tænstuveiting fyri góðar 8 mió. kr. Í Námi eru 21 starvsfólk. Sí www.nam.fo

