Skip to main content

Kt–fólk til Nám/Próvstovuna

03.06.2019

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki til setanar 1. august 2019.

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, og Próvstovan er partur av Námi.

Aðalmálið hjá Námi er at savna og slóða fyri, so at borgarin hevur bestu fortreytir at læra og mennast. Nám skapar og veitir dygdartænasur at fremja læring og menning.

Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, Office365 og ger undirvísingartilfar og stendur saman við Próvstovuni fyri próvtøkunum í skúlaverkinum. Starvsfólkið verður partur av kt-toyminum. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi og Próvstovuni við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Tann, ið settur verður, fer at hava stóra ávirkan á innihaldið í starvinum.

Umsøkjarin skal vera kreativur, kveikjandi, álitisvekjandi, framsøkin og sjálvstøðugur.

Arbeiðsøkið fevnir um:

·       at vera við til at skipa kt-partin í Próvstovuni

·       at vera við til at menna kt-partin á øllum økjum í Námi

·       at vera við til at loysa innanhýsis supportarauppgávur hjá stovnum, sum húsast á Hoyvíksvegi 72

·       at vera við til at skipa fyri skeiðum og hava tætt samband og samstarv við skúlar

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

·       útbúgving innan kt

·       góðan kunnleika um talgildar loysnir og talgilt byggilag

·       royndir við íverksetan av kt-verkætlanum

·       góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt

·       góðar samskiftisførleikar

Umsøkjarar, ið hava viðkomandi námsfrøðiliga útbúgving, kt-didaktiskar royndir ella hava royndir í verkætlanarleiðslu og verkætlanarstýring, kunnu hava fyrimun.

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nøkrum bundum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Harafturat skal tann, ið settur verður, vera við til at mynda starvið og starvsinnihaldið. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag við setan 1. august 2019.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gundur Mortensen, kt-leiðara í Námi á tel. 555 173 ella við teldupost á gundur@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 19. juni 2019 og skal sendast við telduposti til Gundur Mortensen, kt-leiðara, á gundur@(if you can see this please update your browser)nam.fo. Miðað verður eftir at setanarsamrøður vera í viku 26.

 

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Aðalmálið hjá Námi er at savna og slóða fyri,  so at borgarin hevur bestu fortreytir at læra og mennast. Nám skapar og veitir dygdartænasur at fremja læring og menning. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán, próvtøkufyristing og skeið. Í Námi eru 27 starvsfólk. Próvstovan er knýtt at Námi, og har arbeiða 7 fólk.

 

 

 

 

 

 

Onnur tíðindi

27.06.2024

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
28.05.2024

Skrivstovuútbúgving – nakað fyri teg?

Les meira
24.04.2024

Upp- og afturlatingartíðir

Les meira
Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
09.02.2024

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
19.12.2023

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
05.12.2023

Fyrrapartin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina…

Les meira
24.11.2023

​​​​​​​Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
29.08.2023

IntoWords er hjálparamboð hjá lesiveikum at lesa…

Les meira
15.06.2023

Í døgunum 18. – 20. apríl vóru allir næmingar í 4.…

Les meira