Húsavørður til Nám og Undirvísingarstýrið

Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett
Nám og Undirvísingarstýrið sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til setanar 1. januar 2022.
Dámar tær fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur? Send so eina umsókn.
Dagliga rakstrar- og viðlíkahaldsarbeiðið innan- og uttanhýsis á Hoyvíksvegi 72 og Hoydalsvegi 1, umfatar millum annað:
- viðlíkahaldsuppgávur
- rudding
- vaktarhald
- flagging
- salting
- og útinna mongu ymisku uppgávurnar, ið stinga seg upp í bygningunum.
Førleikakrøv
Tað er ikki eitt krav at vera faklærd/-ur, men tað er ein fyrimunur at hava útbúgving sum handverkari, t.d. innan timbur ella el.
Vit vænta, at tú ert skyldurøkin, og kunnu afturfyri bjóða eitt gott og spennandi arbeiðspláss við góðum felagsskapi, har vit raðfesta tað góða samstarvið høgt.
Setanarviðurskifti
Starvsfólkið verður starvssett helvt um helvt í Námi og Undirvísingarstýrið. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Løn og aðrar treytir vera sambært sáttmála við avvarandi arbeiðara- ella handverkarafelag
Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tel. 555 150 ella við teldupost á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 28. november 2021 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@ nam.fo.
