Skip to main content

670 næmingar til PISA-kanning

06.04.2022

Seinasta mánaðin hava 670 næmingar í níggjunda flokki verið til PISA-kanning.

PISA-kanningarnar hava verið um alt landið. Fyrsta kanningin var í bygdarhúsinum í Leirvík 8. mars og seinasta kanningin var 5. apríl  í Meginskúlanum á Sandi.

Høvuðsøkið í ár var støddfrøði, og serevnið var skapandi hugsan. Harumframt skuldu næmingarnir svara spurningum um sítt bakstøði, t.d. familjustøðu og hugburð til skúlagongd.

PISA er ein OECD-verklætlan og er ein stytting av Programme for International Student Assessment, á føroyskum Verkætlan fyri altjóða næmingakanning.

PISA miðar eftir at máta, hvussu væl 15 ára gomul eru fyrireikað at møta framtíðar avbjóðingum, og duga at nýta førleikar sínar í veruliga lívinum. Dentur verður lagdur á altjóða førleikar og í minni mun vitan ella kunnleika úr heimligum umhvørvi.

Í kanningini loysa næmingarnir uppgávur, ið líkjast uppgávum úr gerandisdegnum. Uppgávan kann vera ymiskt gerandisligt so sum at lesa leiðbeining ella finna skjótastu leið á korti. Spurningar eru eisini um gerandisdagin, familju og skúlagongd.

OECD ásetir saman við luttakaralondunum treytir og karmar fyri kanningini. Hetta ger tað møguligt at gera samanbering millum lond, og yvir tíð.

PISA-kanning verður aftur í 2025.

Onnur tíðindi

27.06.2024

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
28.05.2024

Skrivstovuútbúgving – nakað fyri teg?

Les meira
24.04.2024

Upp- og afturlatingartíðir

Les meira
Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
09.02.2024

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
19.12.2023

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
05.12.2023

Fyrrapartin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina…

Les meira
24.11.2023

​​​​​​​Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
29.08.2023

IntoWords er hjálparamboð hjá lesiveikum at lesa…

Les meira
15.06.2023

Í døgunum 18. – 20. apríl vóru allir næmingar í 4.…

Les meira