Kunning og reglur í sambandi við skrivligu próvtøkur fólkaskúlans á sumri 2027
Til fólkaskúlar við hádeild
Allir partar av skrivligu próvtøkunum eru í læstum kaga í Wiseflow.
Allir næmingar, ið eru innskrivaðir til próvtøku, skulu vera skrásettir í Kervi+ fyri at fáa atgongd til Wiseflow.
Skúlaleiðarin skal tryggja:
at teldurnar eru dagførdar og virka saman við læsta kaganum í Wiseflow
at umsjón er í próvtøkuhølinum
at umsjónarfólkini eru kunnað um, hvussu tey fáa vegleitt og hjálpt próvtakarunum
at próvtakararnir bert hava atgongd til loyvdar hjálparmiðlar.
Fyri at endaligu próvtøkurnar skulu eydnast sum best, verður mælt til, at allir næmingar í góðari tíð frammanundan royna at loysa próvtøkulíknandi uppgávur í Wiseflow í læstum kaga.
Mannagongd
Próvtakararnir rita inn í Wiseflow á roynd.skulin.fo við Office-brúkaranum.
Próvtakararnir skulu saman við umsjónini tryggja, at FlowLock virkar á telduni, áður enn próvtøkan byrjar. Á Chromebook skal FlowLock vera tøkt sum ískoytisforrit í kaganum, fyri at próvtøkan kann avgreiðast í læstum kaga. Á PC skal FlowLock vera sett upp og dagført.
Próvtøkuavrikið verður skrivað og goymt í Wiseflow sambært teimum treytum, sum galda fyri einstøku próvtøkuna.
Próvtøkuavrikið verður sjálvvirkandi goymt undir próvtøkuni og latið inn í Wiseflow, tá ið próvtakarin er liðugur.
Í greiðslurokning verður uppgávan loyst á pappíri. Próvfyrisitarin talgildar síðan avrikini floksvís og leggur tey sum eykatilfar í Wiseflow til próvdómararnar.
Hjálparmiðlar
Próvtakararnir hava ikki atgongd til opið net og hava bert atgongd til teir hjálparmiðlar, sum eru ásettir av Próvstovuni. Sí ásetingarnar her. Í ásetingunum eru nevndir bæði talgildir og fysiskir hjálparmiðlar. Talgildu hjálparmiðlarnir liggja inni í læsta kaganum (próvtakararnir fáa bert atgongd til talgildar hjálparmiðlar, sum eru positivt nevndir í ásetingunum). Fysisku hjálparmiðlarnar hava próvtakararnir sjálvir við sær til próvtøkuna.
Próvtakararnir hava bert loyvi at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar, meðan próvtøkan er.
Gevið gætur
Viðvíkjandi próvtakarum við skerdum virkisførleika verður víst til: Vegleiðing til próvtøkur eftir serligari fyriskipan.
Próvstovan
Septembur 2026
