Skip to main content

Ásetingar um hjálparmiðlar til skrivligu próvtøkur fólkaskúlans á sumri 2027

Skrivligu próvtøkur fólkaskúlans verða á sumri 2027 skipaðar í læstum kaga í Wiseflow. Próvtakararnir hava ikki atgongd til opið net og hava bert atgongd til teir hjálparmiðlar, sum eru ásettir av Próvstovuni.  Sí ásetingarnar her (dagførdar nov. 2026)

Í ásetingunum eru nevndir bæði talgildir og fysiskir hjálparmiðlar. Talgildu hjálparmiðlarnir liggja inni í læsta kaganum (próvtakararnir fáa bert atgongd til talgildar hjálparmiðlar, sum eru positivt nevndir í ásetingunum). Fysisku hjálparmiðlarnar hava próvtakararnir sjálvir við sær til próvtøkuna. 

Gevið gætur: Viðvíkjandi próvtakarum við skerdum virkisførleika verður víst til:  Vegleiðing til próvtøkur eftir serligari fyriskipan.