Skip to main content

Húsavørður til Nám og Undirvísingarstýrið

09.11.2021

Starvsfólk til dagligt rakstrar- og viðlíkahaldsarbeiði í Námi og Undirvísingarstýrinum

Nám og Undirvísingarstýrið sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til setanar 1. januar 2022.

Dámar tær fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur? Send so eina umsókn.

Dagliga rakstrar- og viðlíkahaldsarbeiðið innan- og uttanhýsis á Hoyvíksvegi 72 og Hoydalsvegi 1, umfatar millum annað:

  • viðlíkahaldsuppgávur
  • rudding
  • vaktarhald
  • flagging
  • salting
  • og útinna mongu ymisku uppgávurnar, ið stinga seg upp í bygningunum.

Førleikakrøv

Tað er ikki eitt krav at vera faklærd/-ur, men tað er ein fyrimunur at hava útbúgving sum handverkari, t.d. innan timbur ella el.

Vit vænta, at tú ert skyldurøkin, og kunnu afturfyri bjóða eitt gott og spennandi arbeiðspláss við góðum felagsskapi, har vit raðfesta tað góða samstarvið høgt.

Setanarviðurskifti

Starvsfólkið verður starvssett helvt um helvt í Námi og Undirvísingarstýrið. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Løn og aðrar treytir vera sambært sáttmála við avvarandi arbeiðara- ella handverkarafelag

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tel. 555 150 ella við teldupost á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 28. november 2021 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

Onnur tíðindi

09.11.2021

Starvsfólk til dagligt rakstrar- og…

Les meira
31.08.2021

Nýggjar heimasíður hjá Námi og Próvstovuni eru…

Les meira
22.03.2021

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
03.06.2019

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
04.10.2018

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
27.06.2018

Tíðarkarmar fyri skriftligu sjúkrapróvtøkuna 2018

Les meira
27.06.2018

Tíðarkarmar fyri skriftligu sjúkrapróvtøkuna 2018…

Les meira
17.08.2017

Tíðarkarmar fyri skriftligu sjúkrapróvtøkuna 2017

Les meira
31.07.2017

1. august í 2017 fer verandi stjóri í Námi Regin…

Les meira
05.05.2017

Máluppgávur og fimisrokning verða tískil…

Les meira