Skip to main content

Starvsfólk til Próvstovuna

19.09.2022

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum fólki til fulltíðarstarv sum próvtøkufyriskipari á undirvísingarøkinum. Starvið verður sett 1. novembur 2022 ella skjótast gjørligt.

 Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett 

Uppgávurnar eru m.a.:

  • at samskipa og fyrireika próvtøkur
  • at samskifta við uppgávunevndir um uppgávugerð
  • at seta upp próvtøkuuppgávur
  • at samskifta við skúlar og próvdómarar um próvtøkur
  • at arbeiða í próvtøkuskipanini WISEflow
  • at framleiða, skipa og leggja fram hagtøl
  • at gera samsýningar fyri próvtøkuvirksemi klárar til útgjald.

Vit leita eftir persóni, ið hevur:

  • viðkomandi útbúgving
  • góðan telduførleika (Office 365, Adobe forritini, WISEflow o.a.)
  • góðan málførleika, serliga í føroyskum, men eisini skandinaviskum og enskum
  • førleika at arbeiða sjálvstøðugt og undir tíðartrýsti
  • góð samstarvsevni
  • møguleika at taka eyka tøk, tá tørvur er á tí.

Starvsroyndir í føroyska skúlaverkinum kunnu vera ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann, sum verður sett/ur í starv, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn og samband

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannu Ziskason Hansen, deildarleiðara á Próvstovuni, á tlf. 555110. Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum øðrum skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 6. oktobur 2022 kl. 12.00 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@(if you can see this please update your browser)nam.fo.

Próvstovan er deild í Námi undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, heilsuskúlanum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. Á Próvstovuni arbeiða sjey fólk.

Onnur tíðindi

27.06.2024

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
28.05.2024

Skrivstovuútbúgving – nakað fyri teg?

Les meira
24.04.2024

Upp- og afturlatingartíðir

Les meira
Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
09.02.2024

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
19.12.2023

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
05.12.2023

Fyrrapartin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina…

Les meira
24.11.2023

​​​​​​​Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
29.08.2023

IntoWords er hjálparamboð hjá lesiveikum at lesa…

Les meira
15.06.2023

Í døgunum 18. – 20. apríl vóru allir næmingar í 4.…

Les meira