Starvsfólk til Próvstovuna

Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv til 31. august 2019 – við møguleika fyri leingjan. Starvið verður sett skjótast til ber.
Uppgávurnar eru m.a.:
· at samskifta við skúlar um próvtøkuviðurskifti
· at samskipa og fyrireika próvtøkur
· at arbeiða í próvtøkuskipanini WISEflow
· at samskifta við uppgávunevndir um uppgávugerð
· at umsita virkisøki, sum verða løgd til Próv-stovuna, t.d. samskifti við próvdómarar o.o.
· at avgreiða samsýning í sambandi við próvtøkur
Vit leita eftir persóni, ið hevur:
· fólkaskúlalæraraútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
· arbeiðsroyndir frá fólkaskúlanum
· góðan telduførleika
· góðan málførleika, serliga í føroyskum men eisini norðurlendskum og enskum
· góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt og undir tíðartrýsti
Setanarviðurskifti
Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Tað er eitt sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn og samband
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Helgu Foldbo, deildarleiðara á Próvstovuni, á tel. 555027 ella við telduposti á helga@provstovan.fo.
Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. oktober 2018, kl. 12.00 og skal sendast við telduposti á helga@ ella við brævi til Próvstovuna, Hoyvíksvegi 72, 100 Tórshavn. provstovan.fo

