Skip to main content

Starv sum kt-ráðgevi

04.10.2022

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum kt-didaktiskum ráðgeva til setanar 1. desember 2022.

 Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett 

Tørvur er á einum ráðgeva, ið kann vera við til at menna kt-didaktiska økið í skúlaverkinum. Tann, ið settur verður, fer at hava stóra ávirkan á innihaldið og ráðleggingina í starvinum. Talan er tí um fjølbroytt og áhugavert starv, har møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning.

Nám er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymiskar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar og WISEflow og gevur út undirvísingartilfar. Kt- ráðgevin verður partur av ráðgevandi deildini í Námi.

Arbeiðsøkið fevnir um:

  • at ráðgeva skúlum í kt-didaktiskum spurningum
  • at ráðgeva skúlum og hjálpa við at verkseta talgildar pallar í undirvísingini (sum t.d. Office365 og WISEflow)
  • at skipa fyri skeiðum og átøkum
  • at vera við at menna kt-didaktiska partin í útgávunum hjá Námi.
  • at veita tekniska kt-hjálp til skúlar

 

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

  • útbúgving sum fólkaskúlalærari, undirvísingarførleika á miðnámi ella samsvarandi
  • góðan og breiðan fakligan førleika
  • góðan førleika at seta teg inn í talgildar loysnir
  • royndir við at verkseta kt í skúlaverkinum
  • hugflog og dirvi at ganga nýggjar leiðir
  • góðan telduførleika og kunnleika til mál – serliga føroyskt, men eisini skandinaviskt og enskt
  • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • góðar samskiftis- og framløguførleikar
  • hug og vilja at veita góða tænastu

 

Umsøkjarar, ið hava serliga viðkomandi eftirútbúgving, t.d. innan kt og læring, ella viðkomandi kt-didaktiskar royndir, t.d. við skrivligum próvtøkum, kunnu hava fyrimun.

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nøkrum bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Harafturat skal tann, ið sett/ur verður, vera við til at mynda starvið og starvsinnihaldið. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag við setan 1. desember 2022 ella skjótast gjørligt.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóra Slættalíð, deildarleiðara fyri ráðgevingina, á tel. 555 180 ella við telduposti á tori@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 23. oktober 2022 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@(if you can see this please update your browser)nam.fo

Meira kunning um Nám fæst á nam.fo

Onnur tíðindi

27.06.2024

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
28.05.2024

Skrivstovuútbúgving – nakað fyri teg?

Les meira
24.04.2024

Upp- og afturlatingartíðir

Les meira
Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
09.02.2024

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
19.12.2023

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
05.12.2023

Fyrrapartin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina…

Les meira
24.11.2023

​​​​​​​Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
29.08.2023

IntoWords er hjálparamboð hjá lesiveikum at lesa…

Les meira
15.06.2023

Í døgunum 18. – 20. apríl vóru allir næmingar í 4.…

Les meira