Skip to main content

Ráðgevi til verkætlanina Betri vinir

05.06.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ráðgeva til verkætlanina Betri vinir. Talan er um áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

Starvið er fulltíðarstarv og er tíðaravmarkað frá 1. august 2026 til 31. juli 2027. Um fíggjarligu umstøðurnar loyva tí, ber til at leingja setanina tvær ferðir við einum skúlaári hvørja ferð til ávikavist 31. juli 2028 og 31. juli 2029.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um, í samstarvi verkætlanarleiðsluna, at ráðgeva skúlum, lærarum og foreldrum um Betri vinir og at gera námsfrøðiligar og didaktiskar leiðbeiningar til tilfar um Betri vinir.

Ráðgevin skal eisini, í samráð við leiðsluna, kunna átaka sær aðrar uppgávur í Námi.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum umframt serligar førleikar og royndir innan Betri vinir. Harumframt vænta vit, at umsøkjarar hava:

  • áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning

  • góð samstarvsevni og góðar samskiftisførleikar

  • góðan málførleika í føroyskum, donskum og enskum

Skeið í ráðgeving um Betri vinir kann vera ein fyrimunur.

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið er fulltíðarstarv og er tíðaravmarkað frá 1. august 2026 til 31. juli 2027. Um fíggjarligu umstøðurnar loyva tí, ber til at leingja setanina tvær ferðir við einum skúlaári hvørja ferð til ávikavist 31. juli 2028 og 31. juli 2029. Broytingar kunnu verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra, á tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo

Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. juni 2026  og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.


Nám er fyristingar- og tænastustovnur undir Mentamálaráðnum. Høvuðsvirkisøkini eru útvegan av undirvísingarmiðlum, ráðgeving, skeiðsvirksemi og skipan av próvtøkum í skúlaverkinum. Í Námi eru 35 starvsfólk.

Onnur tíðindi

01.10.2025

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
25.02.2025

PISA-kanningin verður í tíðarskeiðnum frá 3. mars…

Les meira
27.06.2024

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
19.12.2023

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
05.12.2023

Fyrrapartin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina…

Les meira
29.08.2023

IntoWords er hjálparamboð hjá lesiveikum at lesa…

Les meira
15.06.2023

Í døgunum 18. – 20. apríl vóru allir næmingar í 4.…

Les meira
09.12.2022

​​​​​​​Í døgunum 13. – 15. septembur vóru allir…

Les meira
11.11.2022

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira