Flaggdagur

Allar tjóðir hava fløgg, sum tey hátíðarhalda. Okkara flaggdagur er 25. apríl. Hesin dagur er valdur, tí bretska stjórnin 25. apríl í 1940 gav boð í bretska útvarpinum, BBC, at nú skuldu føroysk skip sigla undir føroyska flagginum, "Merkinum".
Tá vóru Føroyar hersettar av bretum og Danmark av týskarum.
Flaggið var tó ikki ókent millum føroyingar. Longu í 1919 høvdu tríggir føroyskir studentar í Keypmannahavn brúkt "Merkið".
Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum flaggdagur føroyinga, og í heimastýrislógini frá 1948 varð "Merkið" viðurkent av donsku stjórnini sum tjóðarflagg føroyinga.
Søgan um “Merkið” kann lesast á temasíðu á Snar. Hvørt ár verður ein nýggj flaggdagsrøða frá undanfarna ári løgd á hesa temasíðu.
Ein løgtingslóg sigur, hvussu “Merkið” skal brúkast og hvørjir litirnir eru. Fyrrverandi útvarpsstjórin Niels Juel Arge skrivaði í 1980 søguna um flaggið í bókini “Merkið – flaggsøgan”. Økt útgáva av bókini um flaggsøguna kom í 2005.
Flaggdagur er almennur frídagur, og er tí eingin avgreiðsla í Námi henda dagin.
Nám ynskir øllum ein góðan flaggdag.

Um próvstovuna
Próvstovan er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum.