Um Próvstovuna
Próvstovan er deild í Námi undir Barna og útbúgvingarmálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, heilsuskúlanum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum.
Ábyrgdin at skipa fyri próvtøkum er veitt úr Uttanríkis- og mentamálaráðnum við delegatión.
Stjórin í Námi, Eyðun Gaard, er eisini stjóri á Próvstovuni. Hanna Ziskason Hansen er deildarleiðari á Próvstovuni.
Miðnám, yrkisnám, heilsuskúlin, maritimar útbúgvingar og útbúgvingin føroyskt sum annaðmál eru skipaðar við Honnu Ziskason Hansen sum fulltrúa.
Á Próvstovuni eru fýra próvtøkufyrisitarar, ið hava hesi starvsøki:
Ása Hansen hevur gymnasialt miðnám, munnligt (herundir FHS), heilsuskúlan, bóndaskeið og PISA sum starvsøki.
Andrea á Rípuni hevur fólkaskúlan, landsroyndina og føroyskt sum annaðmál sum starvsøki.
Doris Djurhuus hevur maritimu útbúgvingarnar sum starvsøki.
Marjon Poulsen hevur gymnasialt miðnám, skrivligt (herundir FHS), breytarverkætlanirnar og yrkisnám sum starvsøki.
Harumframt eru tvey starvsfólk, ið hava ymisk starvsøki:
Dorthe Pedersen er námsfrøðiligt starvsfólk, sum hevur menning av próvtøkuuppgávum og landsroyndarfrágreiðingina um hendi, umframt samskipan av PISA-frágreiðingini og føroyskum sum annaðmál.
Heini Reinert er KT-ráðgevi, vegleiðir skúlunum og arbeiðir saman við kt-toyminum í Námi.