54
BÝIR
Býir
Um leið helvtin av øllum fólkum á jørðini búgva í býum.
Summir býir hava eina søgu, sum gongur fleiri túsund
ár aftur í tíðina, aðrir eru bara 50 ára gamlir. Viðhvørt
seta stór ídnaðarøki sín dám á býin; aðrastaðni eru tað
høgir bygningar við skrivstovum ella gistingarhús til
ferðafólk. Flestu býir eru smáir, men so eru eisini teir, ið
eru ómetaliga stórir. Í hvørjum av teimum størstu býunum
búgva meira fólk enn í øllum Norðurlondum til samans.
Hví eru býir har, sum teir eru
Ymisk viðurskifti avgera, hvar ein býur veksur fram.
Náttúran hevur nógv at siga, til dømis veðurlagið og
atgongd til vatn. Tað má eisini vera lætt at koma til
býin, so at vørur og fólk lættliga kunnu verða flutt
til og frá.
Fram til miðju 19. øld vórðu fólk og vørur fyrst
og fremst f lutt við báti og skipi. Tí eru nógvir býir
grundaðir har, sum góðar havnir eru frá náttúr
unnar hond. Tað hevur framvegis stóran týdning
fyri eitt land at hava havnir innan fyri síni landa
mørk, og hetta hevur mangan verið kríggjast um.
Um leið 1850 vórðu jarnbreytir bygdar víða hvar,
og tá bar betur til at f lyta fólk og farm yvir land.
Nógvir býir eru blivnir til, har sum tvær handils
leiðir einaferð í tíðini møttust. Fyrst var ein lítil
handilsstaður, sum so við og við vaks til ein bý. Býir
kunnu eisini vera bygdir á einum stað, sum er lætt at
verja móti fíggindum. Viðhvørt var í fyrstuni bara
eitt nám ella onkur ídnaður, og har vuksu býir fram.
Tess fleiri fólk fluttu hagar at arbeiða, tess størri varð
tørvurin á bústøðum, handlum, verkstøðum, sjúkra
húsum og samferðslu.
New York.