Landafrøði 2 - page 47

JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
47
Í árunum 1972–1974 var stór hungursneyð í Sahel-økinum í Afrika.
Milliónir av fólki svøltaðu. Samstundis varð heystað meira bummull
enn nakrantíð í hesum sama øki. Lossingarmenn, sum lossaðu skip við
neyðhjálp til teirra, sum liðu hungur, lastaðu somu skip við bummull
og jarðnøtum, sum skuldu flytast út til Evropa.
Nógvar ymiskar orsøkir til hungursneyð
Tá ið menniskju svølta, nýtist tað ikki at vera, tí at eingin matur er at
fáa. Hungur stendst oftari av, at fátæk fólk ikki hava ráð at keypa tann
matin, sum er til. Tað kann vera, tí at maturin er blivin ov dýrur. Jú
fleiri eru, sum skulu keypa mat - til dømis vegna kríggj ella misvøkstur
- jú dýrari verður maturin, sum er at fáa. Eftirspurningur eftir mati
aðrastaðni í verðini kann eisini gera, at prísurin verður hægri.
Tá ið tað ikki regnar í langa tíð, kann skerpingur vera orsøkin til, at
jørðin gevur ov lítið av sær. Men talan kann eisini vera um søguligar,
fíggjarligar ella politiskar orsakir. Í hjálandatíðini mátti upprunafólkið
kanska flyta burtur av tí góðu landbúnaðarjørðini. Tað kann eisini
vera, at fólk vórðu lumpað ella noydd at dyrka grøði, sum kundi verða
seld, heldur enn mat til sín sjálvs.
Verður nóg mikið til av mati
Mong eru tey, sum hava ávarað um, at tann stóri fólkavøksturin kann
fara at elva til álvarsliga hungursneyð kring heimin. Tey stúra fyri, at
skjótt fer at vera ov lítið til av mati. Slíkar ávaringar hava verið
frammi í nógv, nógv ár, og higartil er framleiðslan av mati
vaksin skjótari enn fólkatalið í heiminum. Og nøgdin, sum
verður framleidd, hevur ikki altíð so nógv at siga fyri, hvussu
nógv fólk svølta ella líða hungur.
Í okkara tíð kundi verið nóg mikið av føði til øll fólk í
verðini - um hon hevði verið rættvíst býtt. Nýggj sløg av
grøði og nýggir mátar at beina fyri skaðadýrum og loki eru
við til at gera, at framleiðslan av mati kann vaksa so nógv.
Eisini verður velt upp úr nýggjum.
Ílegutøkni - fyrimunir og vansar
Ein nýggj tøkni, sum er ment við miklari ferð síðan mitt í
1990-árunum, er ílegutøknin. Við henni ber til at geva plantum og
húsdýrum fremmandar ílegur, sum gera, at tey fáa nýggjar eginleikar.
Granskarar kunnu til dømis menna nýggja grøði, sum tolir eiturevni,
ið verða brúkt móti loki og skaðadýrum.
Um leið ein tjúgundapartur av
øllum fólkinum í verðini býr í
USA. Men amerikanarar eta
næstan ein fjórðing av øllum
neytakjøtinum, sum verður
framleitt í heiminum.
I...,37,38,39,40,41,42,43,44,45,46 48,49,50,51,52,53,54,55,56,57,...148
Powered by FlippingBook