48
JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
Væl kann tað vera, at ílegutøknin kann geva okkum meira mat enn
áður burtur úr somu veltu. Men samstundis kann ílegutøknin hótta
bæði umhvørvi og heilsu, tí nú ber til at brúka enn meira av eiturevnum
móti loki og skaðadýrum. Ílegutøknin kann eisini elva til, at nøkur fá
sløg av nýtsluplantum koma í staðin fyri tað margfeldi, sum nú er, og
sum er ein trygd hjá nógvum bóndum.
Tær vanligastu planturnar, sum eru íleguviðgjørdar, eru soyabønir
og mais. Hesi bæði sløgini verða fyrst og fremst velt í USA, Argentina
og Kanada.
Landbúnaður og umhvørvi
Tað ræður um, at framleiðslan av mati veksur, so hvørt sum fólkatalið
veksur, men samstundis má tað ikki bera í sær størri órættvísi. Eisini
má verða ansað eftir ikki at tránýta tilfeingið í náttúruni. Tað kann
hava við sær, at møguleikarnir at útvega mat í framtíðini versna.
Vit hoyra javnan um vandamál fyri umhvørvið í sambandi við
landbúnað. Í fátækum londumkann talan vera um, at oyðimerkur vaksa,
ella jørðin verður pínd. Í Evropa kann tað snúgva seg um ovtaðing,
sum er, at ov nógv tøð verða koyrd á bø og akrar, so at evni, sum skaða
umhvørvið, renna út í áir og vøtn og á sjógv. Vatningarskipanir kunnu
gera, at ov nógv salt verður í moldini, so jørðin ikki kann verða velt
í langa tíð. Í nógvum londum fer góð búnaðarjørð fyri skeyti, tá tey
byggja hús, ídnaðarfyritøkur og vegir.
Tá oyðimerkur vaksa, og jørðin verður pínd
At oyðimerkur vaksa, merkir ikki, at tær breiða seg út allastaðni. Men
nógvastaðni er vandi fyri, at akrar og beitilendi fara at minna meiri og
Haiti
1.869
kcal/dag
Kenja
1.976
kcal/dag
Bangladesj
2.085
kcal/dag
Kina
2.897
kcal/dag
Meksiko
3.098
kcal/dag
Svøríki
3.194
kcal/dag
Egyptaland
3.287
kcal/dag
USA
3.699
kcal/dag
Minsti miðal orkutørvur hjá
einum fólki er um leið
2.100 kilokaloriur um dagin.
Talvan vísir, hvussu nógva orku
hvør íbúgvi í hvørjum landi í miðal
fær um dagin úr matinum, sum
tey eta. Miðaltalið kann vísa, um
fólk fáa nóg mikið at eta. Men
miðaltalið kann fjala út yvir, at
stórir munir eru á, hvussu nógv
hvør fær í viðkomandi landi.