Landafrøði 2 - page 53

Grillkvøld við vinunum
Aftur við búffunum hava vit kókað rís og gjørt salat úr tomatum, mais
og agurkum. Salatsósin er úr olivinolju og sitrón.
Royn at hugsa um:
Hvaðan stava rávørurnar, sum verða brúktar til matin?
Hvussu er maturin framleiddur?
Hvussu langt hevur hann verið fluttur, áðrenn hann kom á borðið?
Hvussu nógv fólk kring heimin hava arbeitt, fyri at vit kunnu eta
hesa máltíðina?
Hvussu kanst tú velja mat, har framleiðslan eingi ring árin hevur á
menniskju og umhvørvi?
I...,43,44,45,46,47,48,49,50,51,52 54,55,56,57,58,59,60,61,62,63,...148
Powered by FlippingBook