JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
45
Nógvastaðni, serliga í Afrika, hava bøndurnir rætt til at brúka jørð
ina, men teir eiga hana ikki. Teir kunnu tí ikki altíð vita, um teir eisini
sleppa at brúka hana árið eftir ella í framtíðini. Hetta verður hildið at
hava ringa ávirkan á, hvussu bøndurnir røkja jørðina. Teir taka løtu
vinning fram um langtíðarætlanir. Tí verða viðhvørt nýskipanir settar
í verk, har tey, sum velta jørðina, eisini sleppa at eiga hana. Tá kunnu
tey fara at røkja hana betur; kanska við at velta á ein hátt, sum er betri
fyri umhvørvið.
Tað kunnu tó eisini vera vansar við hesum. Ofta eru tað kvinnur,
sum fáast við at velta grønmeti og hava húsdýr, men tað eru vanliga
menn, sum fáa ognarrættin, tá ið jørðin verður latin bóndunum. Hetta
kann seta kvinnurnar í eina torføra støðu. Ein annar spurningur er,
hvat hendir, tá ið eigarin doyr - hvør skal so arva jørðina? Onkuntíð er
tað elsti sonurin, onkuntíð allir synirnir ella øll systkini, sum arva. Tá
er vandi fyri, at jørðin verður so smábýtt, at eingin kann liva av henni.
En bonde brukar en några meter bred
åkerremsa längs en väg nära Nanyuki i
Kenya. I bakgrunden ligger en gård som
omfattar ungefär 10 000 hektar, det vill
säga ungefär 20 000 fotbollsplaner.
Ein bóndi veltir á einum smølum teigi
fram við vegnum nærindis Nanyuki
í Kenja. Aftanfyri er ein garður, sum
fevnir um 10.000 hektarar; tað er sum
um leið 20.000 fótbóltsvøllir.