JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
51
hevur við sær, at fyrilitið fyri umhvørvinum minkar, og tí hvørva nógv
djórasløg og plantusløg. Harumframt seyra evni frá ovtaðing út í áir
og vøtn og á sjógv, og eiturevni móti loki og skaðadýrum koma út í
náttúruna. Lívfrøðiliga margfeldið, sum er vorðið til gjøgnum fleiri
túsund ár við landbúnaði, er í vanda fyri at hvørva vegna mátan, sum
stórrakstur í landbúnaðinum nú á døgum verður rikin.
Skulu vit kunna keypa súrepli úr Nýsælandi
Matur verður fluttur langa leið kring heimin. Nógv fólk ynskja sær
at kunna keypa alt, ið teimum lystir, alt árið, uttan mun til árstíðina.
Vit kunnu til dømis keypa súrepli úr Nýsælandi, sum ofta enntá eru
bíligari enn súrepli úr grannalondum okkara.
Viðhvørt verður matur eisini fluttur bæði aftur og fram í verðini. Epli
úr Norðurlondum verða kanska send til Suðurevropa, har tey gera kips
burtur úr teimum, pakka og frysta tey og senda aftur til Norðurlond.
Kakao verður flutt úr Afrika til Evropa og selt aftur til Vesturafrika
sum sjokoláta. Fiskur úr Norðuratlantshavi verður fluttur til Kina at
verða skorin til flak, og síðan verður hann sendur aftur til Evropa. Tað
kostar ikki nógv at senda vørur kring knøttin, men flutningurin hevur
óneyðug útlát við sær.
Tað verða alt fleiri fólk í Evropa, sum ynskja sær mat, ið er veltur
soleiðis, at umhvørvið ikki verður dálkað, til dømis av eiturevnum
móti loki og skaðadýrum. Tey vilja eisini hava, at maturin skal stava frá
økjum, sum eru nær við, og ikki hinumegin knøttin. Tí verða tað alsamt
fleiri garðar, sum framleiða mat á ein hátt, ið er góður fyri umhvørvið.
Men hendan framleiðslan er ofta dýrari, og tí eru tað framvegis nógv,
sum keypa aðrar vørur.
Føroyingar fletta um leið 70.000
seyðir um árið og flyta eisini inn nógv
seyðakjøt úr Nýsælandi og úr Íslandi.