Landafrøði 2 - page 49

JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
49
meiri um oyðimørk. Sum oftast er tað veðurlagið, ið er orsøkin. Tað
regnar alt ov lítið. Men gróðrarlíkindini kunnu eisini versna av tí, at
fólk hava tránýtt jørðina.
Um grøði verður heystað av økrum og veltum ár undan ári, og
moldin ikki fær nýggja føðslu úr tøðum, so veksur minni og minni
har. Tað sama hendir, ummoldin ikki sleppur at koma fyri seg ímillum
skurðirnar. Og um ov nógv kríatúr ganga á beiti, kann grasið verða
bitið niður á svørðin.
Tess minni er til av plantum, sum halda moldini fastari, tess størri
er vandin fyri jarðrivi, tað er, at moldin hvørvur. Áarføri kann skola
moldina burtur, ella stormur kann fáa hana at fúka burtur. Har, sum
velt verður í brattlendi, er størri vandi fyri, at moldin fer fyri skeyti.
Um einki verður gjørt at forða hesum, er vandi fyri, at góð búnaðarjørð
verður til oyðimørk.
Í nógvum fátækum londum eru bøndur farnir at velta nýggj sløg av
grøði, sumgevurmeiri av sær.Hetta ljóðar væl í fyrsta umfari,menhevur
eisini vansar við sær. Tey nýggju sløgini krevja ofta meiri handilstøð
og meiri eiturevni móti skaðadýrum og loki; og tað kann vera ringt
fyri umhvørvið. Ein annar vansi er, at bara nøkur fá plantusløg eru
til av tí nýggju grøðini. Harafturímóti eru tað vanliga nógv sløg til av
grøði, sum hevur verið velt í langa tíð. Og jú færri plantusløgini eru,
jú viðbreknari er grøðin. Kemur onkur sjúka ella okkurt skaðakykt í
Viðurskifti í umhvørvinum eru treytað
av politikki og vælferð. Á myndini sæst
markið millum Domingolýðveldið og Haiti
í Karibia. Haiti er eitt samfelag við stórum
órættvísi og fátækadømi. Tað hevur gjørt,
at fólk hava høgt skógin fyri at útvega sær
dyrkilendi. Hinumegin markið er støðan
betri.
I...,39,40,41,42,43,44,45,46,47,48 50,51,52,53,54,55,56,57,58,59,...148
Powered by FlippingBook