Skip to main content

Starvsfólk til Próvstovuna

09.02.2024

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum fólki til fulltíðarstarv sum próvtøkufyriskipari á undirvísingarøkinum. Starvið verður sett 1. mai 2024 ella skjótast gjørligt.

Uppgávurnar eru m.a.:

  • at samskipa og fyrireika próvtøkur
  • at samskifta við uppgávunevndir um uppgávugerð
  • at seta upp próvtøkuuppgávur
  • at samskifta við skúlar og próvdómarar um próvtøkur
  • at arbeiða í próvtøkuskipanini WISEflow
  • at framleiða, skipa og leggja fram hagtøl
  • at gera samsýningar fyri próvtøkuvirksemi klárar til útgjald.

Vit leita eftir persóni, ið hevur:

  • viðkomandi útbúgving
  • góðan telduførleika (Office 365, Adobe forritini, WISEflow o.a.)
  • góðan málførleika, serliga í føroyskum, men eisini skandinaviskum og enskum
  • førleika at arbeiða sjálvstøðugt og undir tíðartrýsti
  • gott yvirlit og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
  • ágrýtni, nærlagni og góð samstarvsevni
  • møguleika at taka eyka tøk, tá tørvur er á tí.

Starvsroyndir í føroyska skúlaverkinum kunnu vera ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann, sum verður sett/ur í starv, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn og samband

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannu Ziskason Hansen, deildarleiðara á Próvstovuni, á tlf. 555110. Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum øðrum skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin  3. mars 2024 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.


Próvstovan er deild í Námi undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, heilsuskúlanum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. Á Próvstovuni arbeiða sjey fólk.

Onnur tíðindi

Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
09.02.2024

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
19.12.2023

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
05.12.2023

Fyrrapartin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina…

Les meira
24.11.2023

​​​​​​​Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
29.08.2023

IntoWords er hjálparamboð hjá lesiveikum at lesa…

Les meira
15.06.2023

Í døgunum 18. – 20. apríl vóru allir næmingar í 4.…

Les meira
09.12.2022

​​​​​​​Í døgunum 13. – 15. septembur vóru allir…

Les meira
11.11.2022

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
04.10.2022

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira