Skip to main content

Deildarleiðari til Próvstovuna

19.11.2021

Søkt verður eftir dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum deildarleiðara at standa á odda fyri Próvstovuni.

Ábyrgd og uppgávur

Deildarleiðarin skal, saman við stjóranum í Námi, mynda Próvstovuna á ein sannførandi hátt, virka fyri góðum og mennandi arbeiðsumhvørvi og skipa alt praktiskt virksemi í Próvstovuni.

Høvuðsuppgávur eru m.a.:

  • ábyrgd av samskipan av arbeiðsuppgávunum á Próvstovuni
  • skipa fyri próvtøkum, landsroyndum og Pisa-kanningum
  • at fremja menning av royndum og próvtøkum, bæði í fakligum, námsfrøðiligum og talgildum høpi
  • síggja til, at royndir og próvtøkur eru í samsvari við galdandi regluverk
  • tryggja, at uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi
  • fylgja við fíggjarligu gongdini á Próvstovuni innan starvsøkið

 

Førleikar
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni.

Aðrir førleikar, sum dentur verður lagdur á:

  • góðan kunnleika til próvtøkuøki í skúlaverkinum
  • starvsroyndir, antin í fólkaskúla ella miðnámi
  • royndir í próvtøkuføring í skúlaverkinum
  • góð samstarvsevni og at kunna arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • góð evni at samskifta og orða seg á føroyskum, enskum og norðurlendskum

Leiðsluútbúgving og fyrisitingarligar royndir frá tí almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum, kunnu vera ein fyrimunur.

Løn og setanartreytir
Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og  avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir

Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti á eydun@nam.fo og skal vera Námi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 5. desember 2021. Starvið verður sett 1. januar 2022.

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Eyðun Gaard, stjóra, á tlf. 555150 ella við at senda teldpost á eydun@nam.fo.

Próvstovan

Próvstovan er deild í Námi undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, heilsuskúlanum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum.

provstovan.fo

Onnur tíðindi

24.06.2022

Próvstovan leitar eftir 1-2 fólkum til…

Les meira
18.05.2022

Til munnligu próvtøkuna í fólkaskúlanum í 2022…

Les meira
20.04.2022

Próvstovan/Nám leitar eftir 4 lesandi í…

Les meira
06.04.2022

Seinasta mánaðin hava 670 næmingar í níggjunda…

Les meira
18.02.2022

Í tíðarskeiðnum 7. mars til 1. mai fara 9. floks…

Les meira
24.01.2022

Skrivstovulærlingur til Nám/Próvstovuna. Nám søkir…

Les meira
15.12.2021

Hanna Ziskason Hansen er sett í starv sum…

Les meira
19.11.2021

Søkt verður eftir dugnaligum, ágrýtnum og…

Les meira
09.11.2021

Starvsfólk til dagligt rakstrar- og…

Les meira
31.08.2021

Nýggjar heimasíður hjá Námi og Próvstovuni eru…

Les meira