Skip to main content

Jólaroyndin 2016

29.08.2016

Eins og undanfarin á stendur skúlum í boði at avgreiða skrivligu jólaroyndirnar í hádeildini á svar.fo.

Royndir eru tøkar í viku 48 í  8.-9.-10. flokki í lærugreinunum: føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði.

Undanfarin ár hava ávísir skúlar ikki ynskt at fylgja tíðarkarmunum, sum eru lagdir fyri 8. flokk. Hetta er sjálvandi møguligt. Men vit hava læst royndirnar í viku 48 soleiðis, at annaðhvørt tekur 8. flokkur royndirnar eftir tíðarkørmunum í viku 48, ella má 8. flokkur taka royndina vikuna eftir til dømis. Hetta er gjørt fyri at tryggja skipanina, so hon megnar ferðsluna um netið!

 

 

Jólaroyndirnar eru tøkar til og við viku 50.