Skip to main content

Viðvíkjandi royndunum í 9. og 10. flokki 2016

17.05.2016

Svar.fo er nú latin upp aftur.

Svar.fo er nú latin upp aftur, og næmingar og lærarar fáa kannað, at tey hava atgongd. Næmingar í 10. flokkunum síggja eisini uppgávurnar hjá 9. flokkunum. Teir næmingar í 10. flokki, sum fara til 9. floks royndina, loysa so uppgávur á tí floksstøði, sum tey hava valt at fara til próvtøku í.

Rætting á svar.fo

Góðu leiðarar, kunnu tit heita á lærarar tykkara ikki at vátta avrik í svar.fo. Tað er próvdómarin, sum váttar hvørt einstakt avrik í svar.fo!

Munnliga próvtøkan

Mánadagin, tann 23. mai 2016 kl. 10:00 verður boðað frá á stevnuni "Próvstovan", hvørjar lærugreinir 9. og 10. flokkur skal til munnliga próvtøku í.

Talgildar royndir

Eru trupulleikar royndardagarnar, so samskifta vit á stevnuni Talgildar royndir.

Vinarliga

Óli Jákup

Próvstovan