Skip to main content

Landsroynd í komandi viku

28.04.2016

Dagarnar 2.-3. og 4.mai er Landsroyndin á skránni.

Landsroynd er í 4. og 6. flokki í lærugreinunum føroyskt, støddfrøði og náttúru/tøkni.

Tá næmingur hevur ritað seg inn á svar.fo ,sær hann tíðarkarmarnar fyri einstøku royndini.

1 tíma aftaná royndarhaldið fær næmingurin at vita, hvussu hilnaðist.

Landsroyndirnar skulu vera ein liður í arbeiði skúlans at eftirmeta undirvísingina.

Í lógini er ásett, at foreldrini skulu vera kunnað um úrslitið av landsroyndum.

Fyri summarfrítíðina verður skrivað frágreiðing frá Landsroyndini.

Frágreiðingin verður tøk á provstovan.fo fyri summarfrítíðina.