Skip to main content

Regin Marnersson stjóri í Námi

02.02.2015

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Regin Marnersson í starvið sum nýggjan stjóra í Námi.

Regin Marnersson er 34 ára gamal og útbúgvin fólkaskúlalærari í 2005 og hevur harumframt lokið akademiútbúgving innan leiðslu í 2011. Hann hevur leiðsluroyndir sum skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi síðani 2012. 
Regin Marnersson byrjar í starvinum sum stjóri í Námi tann 1. mars 2015.