Skúlaleiðarin skal tryggja, at umsjón er í royndarhølinum, har royndarhaldið verður hildið. Skúlin hevur somuleiðis ábyrgd av at eftirkanna, at allar teldur virka, sum tær skulu.
Allir næmingar, ið eru innskrivaðir til próvtøku, skulu vera í FSG og hava atgongd til Wiseflow. Hetta verður gjørt við at rita inn á roynd.skulin.fo við office brúkaranum og velja Wiseflow flísina. Fyri at tryggja sær at royndarhaldið eydnast væl, er best, um allir næmingar hava loyst uppgávur í Wiseflow í góðari tíð áðrenn royndarhaldið.
Leiðreglur:
Gevið gætur:
Viðvíkjandi næmingum við skerdum virkisførleika verður víst til “Vegleiðingar í sambandi við royndir og próvtøkur innan serøkið"
Á provstovan.fo finnur tú: Vegleiðingar til Wiseflow
og
provstovan@ provstovan.foStarvsfólk
Próvstovan er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum.