Reglugerð um landsroynd

Dagfesting: 28. februar 2019

Tygara ref.:   

Máltal: 17/00144-10

-------------------------

 

Reglugerð um landsroynd

 

Við heimild í § 14, stk. 4 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 30. apríl 2018 verður ásett:

 

§ 1. Mentamálaráðið skipar árliga fyri landsroynd til tess at meta um førleikan hjá næmingum fólkaskúlans í ávísum lærugreinum.

Stk. 2. Verður landsroynd skipað í frískúla, sum er skipaður sambært løgtingslóg nr. 42 frá 26. mars 2002, eru ásetingarnar í hesi reglugerð galdandi.

 

§ 2. Skúlaleiðarin hevur ábyrgdina av, at royndin verður hildin sambært hesum reglum.

 

§ 3. Mentamálaráðið ásetur í samráð við Próvstovuna, nær landsroyndin verður.

 

§ 4. Próvstovan skipar fyri royndarhaldinum, kunningini og boðar skúlunum frá úrslitunum.

 

Fremjing

§ 4. Landsroyndin verður hildin í 4. og 6. flokki í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni.

 

§ 5. Í føroyskum fatar royndin um lesing og skriving. Royndin í lesing er at lesa og skilja tekst, og skrivligi parturin er eitt skrivligt avrik.

Stk. 2. Næmingar í 4. flokki fáa 90 minuttir til royndina í føroyskum, 45 minuttir til royndarpartin  lesifatan og 45 minuttir til  staviførleika.

Stk. 3. Næmingar í 6. flokki fáa 120 minuttir til royndina í føroyskum, 45 minuttir til royndarpartin  lesifatan, 45 minuttir til  staviførleika og 30 minuttir til málførleiki.

 

§ 6. Í støddfrøði og náttúrulærugreinunum er royndin eitt skrivligt avrik í hvørjari lærugrein.

Stk. 2. Næmingar í 4. flokki fáa 45 minuttir til royndina í støddfrøði og 45 minuttir til royndina í náttúru og tøkni.

Stk. 3. Næmingar í 6. flokki fáa 60 minuttir til royndina í støddfrøði og 60 minuttir til royndina í náttúru og tøkni.

 

Umsjón

§ 7. Skúlaleiðarin skal tryggja, at umsjón er í hølunum, har royndirnar verða framdar.

Stk. 2. Í minsta lagi eitt umsjónarfólk og lærarin í lærugreinini skulu verða í royndarhølunum. Er næmingatalið hægri enn 26, verður eitt umsjónarfólk sett afturat fyri hvørjar 14 næmingar.

Stk. 3. Telduvørður skúlans ella fólk, ið hevur ávísan telduførleika skal vera til staðar, meðan royndin fer fram.

Stk. 4. Í skúlum, har fáir lærarar starvast, er umsjónarfólkið eitt umboð frá skúlastýrinum, sum saman við læraranum er til staðar í royndarhølinum.

 

Stuðul og frítøka

§ 8. Næmingar við serligum tørvi m.a. fakligum, sálarligum ella likamligum tarni, hava rætt til neyðug amboð, hjálp og/ella stuðul at fremja royndirnar.

Stk. 2. Skúlaleiðarin skal tryggja, at næmingar, sum hava serligan tørv, fáa ta hjálp og stuðul, teimum tørvar. Avgerð um, hvønn stuðul næmingurin skal hava, verður tikin í samráð við avvarðandi, førleikastovuna og/ella Sernám. Mentamálaráðið kann veita leiðbeining í hesum sambandi.

Stk. 3. Í næmingayvirlitinum verður viðmerkt, hvønn stuðul næmingurin hevur fingið og um møguliga frítøku.

Stk. 4. Frítøka kann bert vera givin næmingi, sum av heilt serligum orsøkum ikki kann luttaka í royndini. Avgerð um frítøku verður tikin í samráð við avvarðandi, førleikastovuna og/ella Sernám.

Rætta og viðgera uppgávur

§ 9. Próvstovan tilnevnir fólk í arbeiðsbólkar, sum gera royndaruppgávur, eftirkanna og viðgera royndarúrslitini.

 

Kunning um royndarúrslit

§ 10. Royndarúrslitini verða send skúlanum saman við einari  frágreiðing, sum lýsir úrslitið hjá næmingunum í mun til miðalúrslitið fyri landið.

Stk. 2. Skúlaleiðarin fær úrslitini hjá næmingum skúlans. Eisini fær skúlin at vita, hvussu hann liggur í mun til miðalúrslitið fyri landið.

 

§ 11. Úrslitini hjá einstøku næmingunum verða ikki almannakunngjørd.

 

§ 12. Skúlaleiðarin skal tryggja, at landsroyndin verður ein liður í arbeiði skúlans at eftirmeta undirvísingina sbrt. § 14, stk. 1 og  7 í fólkaskúlalógini.

Stk. 2. Skúlin gevur næmingunum boð um úrslitið í landsroyndini.

Stk. 3. Skúlin skal tryggja, at foreldur fáa kunning um úrslitið hjá sínum barni, umframt at tey fáa at vita, hvussu skúlin liggur í mun til miðalúrslitið fyri landið.

Stk. 4. Lærarar, sum undirvísa í royndarlærugreinunum, fáa innlit í úrslitini hjá næmingunum í ávísu lærugreinini og skal nýta hesi í sambandi við arbeiðið at menna undirvísingina hjá einstaka næminginum og flokkinum.

Stk. 5. Lærarin skal kunna foreldrini um úrslitini hjá teirra børnum umframt um miðaltalið fyri skúlan og fyri landið.

 

Gildiskoma

 

§ 13. Henda reglugerð kemur í gildi 7. mars 2019.

 

Mentamálaráðið

 

Jenny Lydersen

undirvísingarleiðari              

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 350750

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Próvstovan er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. 

Les meira