108
ORKA
Jarðgass
Jarðgass er vorðið til á sama hátt sum olja. Tað verður nýtt sum
orkukelda í ídnaðinum og til at hita bústaðir. Gass verður eisini brúkt
í komfýrum og ovnum.
At brenna jarðgass elvir til minni skaðiligt útlát, enn tá ið kol og
olja verða brend. Hinvegin er tað vandamikið og torført at flyta gass, tí
vandi er fyri spreingingum.
Jarðgass verður flutt við tangaskipum ella rørleiðingum. Tá ið tað
verður flutt í tangaskipum, verður tað kølt so nógv, at tað gerst flótandi.
Men tað er rættiliga kostnaðarmikið.
Kjarnorka
Í nógvum londum verður kjarnorka eisini nýtt, umframt vatnorku og
steinrunnin brennievni sum steinkol, jarðgass og olju.
Kjarnorkuverk
Í 2003 rendi eitt tangaskip á land í
Skána í Svøríki. Hermenn royna at grava
oljuna burtur av strondini.