Starvsfólk til Próvstovuna

04.10.2018
Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum fólki til fulltíðarstarv sum próvtøkufyriskipari á fólkaskúlaøkinum.

 

Talan er um eitt tíðaravmarkað starv til 31. august 2019 – við møguleika fyri leingjan. Starvið verður sett skjótast til ber.

Uppgávurnar eru m.a.:

· at samskifta við skúlar um próvtøkuviðurskifti

· at samskipa og fyrireika próvtøkur

· at arbeiða í próvtøkuskipanini WISEflow

· at samskifta við uppgávunevndir um uppgávugerð

· at umsita virkisøki, sum verða løgd til Próv-stovuna, t.d. samskifti við próvdómarar o.o.

· at avgreiða samsýning í sambandi við próvtøkur

Vit leita eftir persóni, ið hevur:

· fólkaskúlalæraraútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving

· arbeiðsroyndir frá fólkaskúlanum

· góðan telduførleika

· góðan málførleika, serliga í føroyskum men eisini norðurlendskum og enskum

· góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt og undir tíðartrýsti

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Tað er eitt sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn og samband

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Helgu Foldbo, deildarleiðara á Próvstovuni, á tel. 555027 ella við telduposti á helga@provstovan.fo.

Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. oktober 2018, kl. 12.00 og skal sendast við telduposti á helga@provstovan.fo ella við brævi til Próvstovuna, Hoyvíksvegi 72, 100 Tórshavn.

 

 

|

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 350750

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Próvstovan er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. 

Les meira