PISA-frágreiðingin 2018

03.12.2019
Frágreiðingin um PISA 2018 var løgd fram á Hotel Føroyum í dag.

PISA frágreiðingin byggir á kanning, sum varð gjørd í 2018 í øllum 9. flokkum í Føroyum í støddfrøði, nattúruvísindum og lesing. Lesing var høvuðsøkið

Um úrslitið kann sigast, at tað gongur støðugt framá. Føroyar eru komnar upp á OECD-miðal í støddfrøði, men eru framvegis væl undir OECD-miðal í náttúruvísindum og lesing.

 

  • PISA-stig í náttúruvísindum vóru 465 í miðal fyri Føroyar, meðan miðaltalið fyri OECD londini er 489.

  • PISA-stig í støddfrøði vóru 490 í Føroyum og 489 í miðal fyri OECD-londini.
  • PISA-stig í lesing vóru 457 í Føroyum, meðan miðaltalið var 487 í OECD-londum.

 

Les frágreiðingina

|

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 350750

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Próvstovan er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. 

Les meira