ENDURLÝSING: Kt–fólk til Nám/Próvstovuna

22.03.2021
Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki til setanar 1. mai 2021.

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, og Próvstovan er partur av Námi.

Aðalmálið hjá Námi er at savna og slóða fyri, so at borgarin hevur bestu fortreytir at læra og mennast. Nám skapar og veitir dygdartænasur at fremja læring og menning.

Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, Office365 og ger undirvísingartilfar og stendur saman við Próvstovuni fyri próvtøkunum í skúlaverkinum. Starvsfólkið verður partur av kt-toyminum. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi og Próvstovuni við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Tann, ið settur verður, fer at hava stóra ávirkan á innihaldið í starvinum.

Umsøkjarin skal vera kreativur, kveikjandi, álitisvekjandi, framsøkin og sjálvstøðugur.

Arbeiðsøkið fevnir um at vera við til at:

  • skipa kt-partin í Próvstovuni
  • loysa innanhýsis supportarauppgávur hjá stovninum
  • skipa fyri skeiðum og hava tætt samband og samstarv við skúlar
  • menna kt-didaktiska partin á øllum økjum í Námi

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

  • útbúgving frá hægri lærustovni
  • útbúgving innan kt
  • góðan kunnleika um talgildar loysnir og talgilt byggilag
  • royndir við íverksetan av kt-verkætlanum
  • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • góðar samskiftisførleikar

Umsøkjarar, ið hava viðkomandi námsfrøðiliga útbúgving, kt-didaktiskar royndir ella hava royndir í verkætlanarleiðslu og verkætlanarstýring, kunnu hava fyrimun.

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nøkrum bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Harafturat skal tann, ið settur verður, vera við til at mynda starvið og starvsinnihaldið. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag við setan 1. mai 2021 ella skjótast gjørligt.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á

tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 11. apríl 2021 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.  

|

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 350750

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Summarfrí

Avgreiðslan í Próvstovuni er stongd frá mánadegi 5. juli til fríggjadag 30. juli

 

Hava tit átrokandi boð til Próvstovuna, kunnu tit senda teldupost til provstovan@(if you can see this please update your browser)provstovan.fo ella ringa á tlf. 555027

Próvstovan er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. 

Les meira