Próvstovan

Próvstovan er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum.

Ábyrgdin at skipa fyri próvtøkum er veitt úr Mentamálaráðnum við delegatión.

Stjórin í Námi, Regin Marnersson, er eisini stjóri á Próvstovuni.

Miðnám, yrkisnám og maritimar útbúgvingar eru skipaðar við Helgu Foldbo sum fulltrúa.

Fólkaskúlin er skipaður við Óla Jákup Joensen sum fulltrúa.

NIS og NÚ er í løtuni skipað á Próvstovuni. Helga Foldbo hevur ábyrgdina vegna Mentamálaráðið. Væntandi verður hetta starvsøkið flutt á Námsvísundadeildina í 2016. 

 


 

Á Próvstovuni eru fýra próvtøkufyrisitarar, ið hava høvuðsstarvsøki og ískoytisstarvsøki hvør.

Ása Hansen hevur breytaskipanina, munnligt (herundir FHS) sum høvuðsstarvsøki og breytaskipanina, skrivligt (herundir FHS); heilsuskúlan; bóndaskeið og yrkisnám sum ískoytisstarvsøki.

Fríða Sivertsen hevur fólkaskúlan,  landsroyndina og bóndaskeið sum høvuðsstarvsøki og  maritimu útbúgvingarnar sum ískoytisstarvsøki.

Gunnvør Poulsen hevur maritimu útbúgvingarnar og heilsuskúlan sum høvuðsstarvsøki og  fólkaskúlan og landsroyndina sum ískoytisstarvsøki.

Marjon Poulsen hevur breytaskipana, skrivligt (herundir FHS) og yrkisnám sum høvuðsstarvsøki og hevur breytaskipanina, munnligt (herundir FHS) sum ískoytisstarvsøki.

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 350750

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Próvstovan er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. 

Les meira