PISA 2018

PISA 2018 verður í Føroyum hildin í viku 15 og 16, tað er í døgunum 9. til 19. apríl. Kanningin verður sambært yvirlitinum, ið stendur síðst í hesum skrivi.

Próvstovan skipar vegna Mentamálaráðið fyri PISA kanningini og samskiftir við teir skúlar, sum luttaka.

Kanningarstøðini skipa fyri at høli og annar útbúnaður er klárur til kanningina. Skúlanir skipa fyri at næmingarnir koma til kanningarstøðini og um neyðugt fyri flutningi.

PISA 2018 er í fleiri pørtum. Fyrst er stutt frálæra í skipanini. Síðani kemur sjálv PISA kanningin, ið er í tveimum eindum. Hvør eind varir 60 minuttir. Eftir stuttan steðg kemur seinasti partur av PISA kanningini. Í hesum parti skulu næmingar svara spurningum um bakstøðið hjá sær.

Hetta eru spurningar, ið millum annað kunnu vera um útbúgving hjá foreldrum, arbeiðsvanar í skúlahøpi, trivnað og nýtslu av KT.

PISA 2018 verður bert framd á teldu. Kanningarstøðini tryggja at allar teldur (PC’arar eins og MAC maskinur) eru vælvirkandi og kunnu sleppa út á internetið at senda svarið til PISA.

Skúlanir skipa fyri at næmingar hava við sær ella fáa frá skúlanum 2 blonk A4-ørk, blýant/ penn, viskileður.

Skúlaleiðari ella lærari kemur við næmingum til kanningarstaði og er tøkur meðan kanningin er.

Kanningin er ein samanhangandi heild. Næmingarnir eru í kanningarhølinum alla kanningartíðina. Umráðandi er, at skúlarnir minna næmingar á at hava fløsku við vatni og onkra frukt við sær. Næmingarnir mugu ikki fara úr hølinum teir umleið 4 tímarnar, PISA kanningin varir.

Les meir um PISA:

Faldari um PISA 2018

Heimasíðan hjá Mentamálaráðnum

Donsk heimasíða um PISA 

Heimasíðan hjá OECD

 

Yvirlit yvir PISA-kanningar á ymisku skúlunum 

Dagur Skúli Kanningarstaður
9. apríl Á skúlatrøð Á skúlatrøð
10. apríl Tvøroyrar skúli Tvøroyra skúli
10. apríl Hvalbiar skúli Hvalbiar skúli
10. apríl Vágs skúli Vágs skúli
11. apríl Fuglafjarðar skúli Fuglafjarðar skúli
11. apríl Vestmanna skúli Skúlin á Giljanesi
11. apríl Sørvágs skúli    
11. apríl Skúlin á Giljanesi
12. apríl Tofta skúli Runavíkar skúli
12. apríl Runavíkar skúli 
12. apríl Stranda skúli
16. apríl Skúlin á Fløtum Høllin á Stórheyggur 
17. apríl Hoyvíkar skúli Høllin á Stórheyggur 
17. apríl Skúlin við Løgmannabreyt
17. apríl Kollafjarðar skúli
18. apríl Eysturskúlin Høllin á Stórheyggur 
18. apríl Skúlin á Argjahamri    
19. apríl Sandoyar Meginskúli Sandoyar Meginskúli
19. apríl Skúlin við Streymin Skúlin við Streymin