Yvirlit yvir hvussu uppgávur skulu latast inn og sendast í sambandi við skrivligar próvtøkur

Til miðnámsskúlarnar

Yvirlit yvir hvussu uppgávur skulu latast inn og sendast í sambandi við skrivligar próvtøkur í miðsnámsútbúgvingunum á sumri 2017.

Ávísir skúlar hava valt, at næmingarnir lata inn skrivliga próvtøkuavrikið á annan hátt (umvegis eina talgilda skipan) enn á geyma. Hjá hesum skúlunum er innlatingarhátturin, tá ið næmingarnir skriva á teldu, sostatt ikki á geyma, men sambært mannagongd skúlanna.

Tá ið skúlin sendir próvtøkuavrikini til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum skal bert ein fíla sendast fyri hvønn næming. Um næmingur hevur latið fleiri fílar inn ella hevur skriva partvíst við hond, má skúlin samla próvtøkuavrikið til eina fílu. Um neyðugt við at printa út og skanna samlað inn aftur. Orsøkin er, at vandin fyri at partar av próvtøkuavrikinum ikki verður próvdømdur er ov stórur. Her verður ikki hugsað um enskt, støddfrøði og tónleik, sum hava tveir partar, men kann tó koma fyri í t.d. støddfrøði parti II, um næmingur velur at tekna graf ella líknandi við hond.

YRKISNÁM:

Føroyskt C

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir í First Class próvtøkuavrikið til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Støddfrøði C

Skrivað verður á teldu ella við hond. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Um skivað verður við hond, skannar skúlin próvtøkuavrikið inn og leggur tað á ambætara skúlans sum pdf. Skúlin sendir alt próvtøkuavrikið í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Virkisbúskapur C

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í excel-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir í First Class avrikið til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

BREYTASKIPAN:

Alisfrøði A 1stx171-FYS/A-19052017

Alisfrøði A htx171-FYS/A-30052017

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir próvtøkuavrikið í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Altjóðabúskapur A

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir í First Class avrikið til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Danskt A

Enskt A, partur I

Enskt B, partur I

Skrivað verður við hond. Próvtøkuavrikið verður latið umsjónarfólkinum sambært mannagongdunum. Skúlin skannar próvtøkuavrikið inn, leggur tað á ambætara skúlans og sendir tað í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Enskt A, partur II

Enskt B, partur II

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir próvtøkuavrikið í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Evnafrøði A

Skrivað verður á teldu ella við hond. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir avrikið í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Franskt A, byrjanarmál

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir avrikið í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Føroyskt A

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir í First Class próvtøkuavrikið til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Lívfrøði A

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir í First Class avrikið til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Samfelagsfrøði A

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymd á geyma í pddf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir avrikið í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Spanskt A, byrjanarmál

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir avrikið í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Støddfrøði A htx171-MAT/A-24052017

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir alt próvtøkuavrikið í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Støddfrøði A, partur I 2stx171-MAT/A-23052017

Støddfrøði A, partur I hhx171-MAT/A-19052017

Støddfrøði B, partur I 2stx171-MAT/B-23052017

Støddfrøði B, partur I hfe171-MAT/B-29052017

Støddfrøði B, partur I hhx171-MAT/B-19052017

Skrivað verður við hond. Próvtøkuavrikið verður latið umsjónarfólkinum sambært mannagongdunum. Skúlin skannar próvtøkuavrikið inn, leggur tað á ambætara skúlans og sendir tað í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Støddfrøði A, partur II 2stx171-MAT/A-23052017

Støddfrøði A, partur II hhx171-MAT/A-19052017

Støddfrøði B, partur II 2stx171-MAT/B-23052017

Støddfrøði B, partur II hfe171-MAT/B-29052017

Støddfrøði B, partur I hhx171-MAT/B-19052017

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir próvtøkuavrikið í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Støddfrøði B htx171-MAT/B-06042017

Verkætlan. Innlatingarhátturin verður serliga avtalaður.

Støddfrøði C

Skrivað verður á teldu ella við hond. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Um skivað verður við hond, skannar skúlin próvtøkuavrikið inn og leggur tað á ambætara skúlans sum pdf. Skúlin sendir alt próvtøkuavrikið í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Sølubúskapur A

Sølubúskapur B

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir avrikið í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Tónleikur A, partur I

Skrivað verður við hond. Próvtøkuavrikið verður latið umsjónarfólkinum sambært mannagongdunum. Skúlin skannar próvtøkuavrikið inn, leggur tað á ambætara skúlans og sendir tað í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Tónleikur A, partur II

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir próvtøkuavrikið í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Týskt A, framhaldsmál

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í pdf-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir avrikið í First Class til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Týskt A, byrjanarmál

Tøknifrøði B

Verkætlan. Innlatingarhátturin verður serliga avtalaður.

Virkisbúskapur A

Virkisbúskapur B

Skrivað verður á teldu. Próvtøkuavrikið verður goymt á geyma í excel-formati og latið skúlanum at leggja á ambætara skúlans. Skúlin sendir í First Class avrikið til próvtøkustevnuna hjá flokkinum/bólkinum.

Vinarliga

Próvstovan

Helga Foldbo