PISA í Føroyum

 

Í 2015 varð skipað fyri seinastu  PISA-kanning í Føroyum. Henda kanning var tann fimta í røðini. Flest allir næmingar í 9. flokki í fólkaskúlanum vóru við. Endamálið við kanningunum er at geva eina mynd av, hvørjum førleikastigi, føroyskir næmingar eru á samanborið við næmingar úr øðrum londum.

(Programme for International Student Assessment (PISA) er ein OECD-verkætlan, ið miðlar eftir at máta, hvussu væl 15 ára gomul eru fyrireikað at møta framtíðar avbjóðingum, og at duga at nýta førleikar sínar í veruliga lívinum. Dentur verður lagdur á altjóða førleikar og í minni mun vitan ella kunnleika úr heimligum umhvørvi. Altjóða felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning (OECD) ásetir saman við luttakaralondunum treytir og karmar fyri kanningini. Hetta ger tað møguligt at gera samanbering millum lond, og yvir tíð

Í hvørjari PISA-kanning verða trý faklig høvuðsøki kannað. Tey eru lesing, støddfrøði og náttúruvísindi. Harumframt varð í PISA 2015 eisini ein kanning av samstarvsevnum næminganna.

Umframt spurningar í teimum trimum fakligu høvuðsøkjunum verða næmingarnir eisini bidnir um at svara spurningum um teirra bakstøði, eitt nú skúlagongd, kyn, familjustøðu, frítíðarvirksemi og hugburð til skúlagongd.

Í PISA 2006 var høvuðsdentur lagdur á at kanna førleika næminga í náttúrulærugreinunum. Í PISA 2009 var høvuðsdentur lagdur á at kanna lesiførleika.  Í PISA 2012 var høvuðsdentur lagdur á at kanna førleikar í støddfrøði. Í PISA 2015 var høvuðsøkið náttúruvísindi.

PISA-kanningin gevur eina ábending um, á hvørjum førleikastigi føroyskir næmingar eru staddir í mun til næmingar í øðrum londum. Í 2015 varð PISA-kanningin gjørd í 79 londum, og tað er OECD, altjóða felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning, ið skipar fyri kanningini.

PISA-kanningin varpar ljós á, hvussu tey ungu duga at nýta ta vitan, tey hava ognað sær í undirvísingini. PISA varpar sostatt ikki ljós á innihaldið í námsætlanunum (lesiætlanunum), men á, hvussu tey duga ítøkiliga at nýta sína vitan, tá ið ein uppgáva skal loysast.

Úr úrslitinum av eini PISA-kanning ber eisini til at gera metingar av, hvussu úrslitið av undirvísingini er í mun til tilfeingisnýtslu og umstøðurnar annars.

Øll úrslit av kanningini mars 2015 verða kunngjørd í desember 2016. Próvstovan hevur heitt á fólk við innliti í føroyska skúlaverkið at skriva frágreiðingina. Frágreiðingin verður skrivað sambært OECD-leisti, so føroysku úrslitini kunnu samanberast við úrslitini hjá hinum londunum í PISA 2015 .

Á heimasíðuni hjá PISAwww.oecd.org/pisa/test ber til at royna allar teir testspurningar, sum eru atkomuligir hjá almenninginum. Somuleiðis eru bæði dátur og handbøkur tøkar á heimasíðuni.

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 350750

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Próvstovan er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. 

Les meira