Skip to main content

Fólkaskúlin

Próvstovan skipar vegna Mentamálráðið fyri royndum og próvtøkum í fólkaskúlanum.

Um Landsroyndina

Almennar viðmerkingar

Sambært § 14, Stk. 5 í løgtingslóg um fólkaskúlan skipar landsstýrismaðurin, eftir nærri ásettum reglum, fyri landsroynd í føroyskum, støddfrøði og náttúrulærugreinunum á 4.- og 6. floks stigi. Landsroyndirnar skulu saman við støðuroyndum vera ein liður í arbeiðiskúlans at eftirmeta undirvísingina. Í lógini er eisini ásett, at foreldrini skulu verða kunnað um úrslitini av lands-og støðuroyndum.

Endamál

Endamálið við lands- og støðuroyndunum er at tryggja skúlum, foreldrum, næmingum, lærarum og myndugleikum innlit í fakliga støðið í fólkaskúlanum, og at geva lærarum og skúlaleiðslu eitt amboð, sum, umframt at meta um fakliga støðið hjá næmingunum, eisini skal nýtast til at laga og málrætta undirvísingina til tørv og fortreytir hjá tí einstaka næminginum. Eisini er málið við lands-og støðuroyndum at styrkja eftirmetingarskipanina í skúlunum.

Harumframt eru landsroyndirnar ætlaðar sum amboð og ítøkiligt grundarlag hjá myndugleikum, skúlum og foreldrum at fylgja við og meta um fakliga støðið í teirra egna skúla, umframt at kunna viðgera úrslitið í mun til fakliga støðið í øðrum skúlum í landinum.

Um próvtøkur

Próvtøkukunngerðin, Kunngerð nr. 15 frá 28. februar 2013 um próvtøkur fólkaskúlans

§ 1. Endamálið við próvtøkunum er at skjalpróva, hvussu próvtakari lýkur mál og krøv, sum eru ásett í námsætlanunum í teimum einstøku lærugreinuum.